Fólkaskúlin
Tað er ein sannroynd, at fólkaskúlin er fyri øll og er grundarlagið undir allari menning og útbúgving hjá tí einstaka seinni. Tí er tað av allar størsta týdningi, at fólkaskúlin fær so góðar arbeiðsumstøður sum møguligt, og at øll børn fáa eins góða frálæru, uttan mun til hvar tey búgva í landinum.
Støði undir skúlanum skal vera kristin, føroysk mentan, har fólkaræði, samhaldsfesti og tolsemi er tráðurin, ið gongur aftur í øllum virksemi skúlans.
Skúlin skal í allari tilrættaleggjan taka støði í tí einstaka og hjálpa at menna tey íbornu evnini, so hin einstaki verður førur fyri at taka við avbjóðingum í einum skjótt broytiligum samfelag; men dentur eigur avgjørt at verða lagdur á felagsskap og toymi, tá ið ymsar verkætlanir eru fyri.
Lóggávan
Lóggávan undir skúlaverkinum hevur verið skjótt skiftandi seinastu 20 árini, men størsta og mest grundleggjandi broytingin var í 79-lógini, sum setti eindar ? og valskúlan í verk. Henda lógin fekk ongantíð tann møguleikan at virka, sum ætlanin aftan fyri hana var, og seinni eru broytingar gjørdar, sum í nútíðar skúlahugsan umboða afturstig, ið saman við skerjingum næstan hava forkomið øllum teimum hugsjónunum, ið lógu aftanfyri tær.
Øll lóggáva skal byggja á samskifti ímillum myndugleikan, ið stýrir skúlanum, og tey, ið dagliga arbeiða úti í skúlanum. Lóggávan er ikki bert fín orð, ið ein landsstýrismaður ella kvinna skal hava at hóreiggja sær við, men ein ógvuliga týdningarmikil karmur, ið neyðugar játtanir, ið eru í samsvar við lógartekstin og tørvin aftan fyri hann, skulu fylgja við.
Tað er siðvenja í skúlanum í Norðurlondum - eisini í Føroyum - at menningin kemur í úti í skúlunum í vanliga gerandisdegnum, og haðani verður tøvurin um broytingar borin fram. Tá ið hesar broyntingar fáa ljóð og verða formliga viðtiknar bera tær frukt, men koma broytingarnar bert sum kravboð úr erva frá myndugleikunum og ofta sum illa sodnað sjónarmið úr útlondunum, so vekja tær ofta mótstøðu og føra aloftast ikki til nakað fruktagott.
Fólk uttan fyri Norðurlond vísa ofta á, at styrkin í okkara skúla er eitt haldgott felags støði, ið øll frálæran byggir á, og harvið er førleikin hjá næmingunum fjølbroyttur og smidligur, men vit skulu ikki fyri tað seta okkum upp aftur á og halda, at alt er nóg gott. Vit skulu alla tíðina líta frameftir og menna skúlan, so hann er í samsvar við tíðina, vit liva í.
Miðnámsskúlarnir
Øll eiga at hava møguleika fyri at taka miðnámsútbúgving av einumhvørjum slag. Ofta eru hesar útbúgvingar ávirkaðar av, hvørjar treytir ið settar verða til framhaldandi útbúgving, sum í flestu førum fer fram í útlondunum.
Her er vert at undirstrika, at stuðulslógin má aftur fyri tingið, soleiðis at hon verður broytt til, at øll fáa stuðul uttan mun til aldur. Miðnámsskúlarnir skulu fáa neyðuga játtan, so at skúlarnir eiga allar bøkur og annað frálærutilfar, ið er kravt pensum til próvtøkurnar.
Vinnuskúlarnir
Alt lóggávuverkið aftan fyri vinnuskúlarnar skal vera í samsvar við tørv og krøv, ið ein fjølbroytt og smidlig, skjótt broytilig vinna setir. Her er neyðugt at uppbyggja eitt neyvt samskifti við vinnuna, so at ikki mótstríðandi sjónarmið koma at skaða frálæruna og framtíðina hjá teimum ungu.
Sum sjófarandi tjóð standa vit og mangla ein útbúgvingarmøguleika hjá teimum, ið ætla sær til sjós.
Her verður alneyðugt at seta skjøtul á at fáa í lag sjóvinnuskúla, har tey ungu kunnu fáa møguleikan at vinna sær kunnleika um arbeiði á sjónum. Hetta tengt saman við ógvuliga víðum praktikkmøguleikum skuldi kunnað givið teimum siglitíð, so tey aftur kunna fara víðari at útbúgva seg, um hugurin er til tess.
Nýggjar vinnur fara utan iva at seta stór krøv til nýggjar vinnuútbúgvingar, og har mugu vit vera vakin, so vit ikki gerast eftirbátar.
Hægri útbúgvingar
Alt eftir hvørja orku samfelagið hevur, so eiga vit at hava nakað av hægri útbúgvingum. Vit eiga at menna tær, sum eru, og møguliga fáa onkrar afturat, t. d. innanfyri tíðindaflutning og samskifti, teldutøkni o. tl.
Annars eiga vit at hava gott samstarv við grannalondini, so vit tryggja okkara ungu bestar møguligar útbúgvingarmøguleikar.
Johan Joensen,
Froðbiar sóknar Javnaðarfelag