Hvat er tað, sum ger skúlan til tað hann er í dag, og hvussu loysa vit skúlans trupulleikar?
Vit eiga at hyggja frameftir og menna okkara skúla, so at bæði næmingar og lærarar kunna fáa mest møguligt burturúr.
Landsins mynduleikar eiga at skapa fortreytir og geva lærarunum teir røttu karmarnar at arbeiða undir, so lærarastarvið verður meira áhugavert, og nýggir lærarar støðugt kunnu leggjast afturat.
Skúlin eigur at verða lægdur betri til rættis. Hetta kann fyrst og fremst gerast við at skipa arbeiðstíðuna, frítíðina og lønina betri hjá lærarunum. Harafturat skal næmingatalið skipast eftir tørvi, so at lærarin fær givið sína vitan, uttan at verða strongdur. Lærarin má eisini fáa møguleikan at fáa skeið og støðugar útfordringar, so at ein útvikling veruliga fer fram. Hetta vil síðani skapa eitt nøgdsemi hjá bæði lærara og næmingi, og í síðsta enda geva úrslit úti í samfelagnum.
Nøgdsemi skapar áhuga og kreativitet og kann tað vera við til at skapa ein góðan skúla.
Lat okkum hoyra, hvat lærarin hevur at siga um hetta, so vit kunnu arbeiða móti eini loysn og fáa ein góðan skúla og harvið eitt væl útbúgvið samfelag.