Tá kreppan kom var øllum greitt, at tað var nógv, ið skuldi skipast ørðvísi. Neyðugt var m. a. við einum greiðari umsitingar- og ábyrgdarbýti millum land og kommunu. Javnaðarflokkurin kom í 1997 við sínum boði um eina framtíðar kommunuskipan. Sjálvsagt kann ein politiskur flokkur í einum demokratii ikki vænta, at hann einsamallur sleppur at seta politisku kósina, tá grunnleggjandi broytingar skulu gerast. Tá er neyðugt at finna breiðar semjur og ikki arbeiða sum sitandi samgonga ger, nú hon ætlar at leggja fólkaskúlan út til kommunurnar.
Allir borgarar sama skúlatilboð
Javnaðarflokkurin fer ongantíð at góðtaka, at føroyingar verða býttir upp í fyrsta- og annanfloksmenniskju. Tey, ið hava alskyns tilboð og so hini, og hetta verður avleiðingin, um skúlin verður lagdur út til kommunurnar. Kommunurnar eru ógvuliga ymiskt fyri, og fólkaskúlin, sum skal geva næmingunum somu byrjan ella grundarlag at fara víðari í lívinum, fer í staðin at býta skúlanæmingarnar upp í tey, sum hava gingið í skúla í eini góðari kommunu og so øll hini. Kommunurnar hava í dag ábyrgdina av at keypa útbúnað og bøkur til skúlarnar, og her er longu í dag ein stórur munur millum støðuna í teimum ymsu skúlunum, og hetta vil Javnaðarfloksins uppskot rætta.
Summi fingu teldur fyri 15 árum síðani onnur í fjør
Klaksvíkin er eitt gott dømi. Hóast her er talan um næststørstu kommununa í landinum, so keypti Klaksvíkar kommuna fyrstu teldurnar til skúlarnar undanfarna skúlaár. Aðrastaðni í landinum høvdu fólkaskúlarnir havt teldur og telduundirvísing í 10 ?15 ár. Um næststørsta kommunan í landinum hevur so lítla orku/vilja at røkja skúlan, hvat kann avleiðingin tá ikki gerast í kommunum, sum eru minni enn Klaksvík. Londini uttan um okkum fóru fyri fleiri árum síðan undir at leggja uppgávur út til kommunurnar. Men har finnast ongi dømi, sum vísa, at tað er ein fyrimunur at leggja skúlarnar út til kommunurnar. Í eitt nú verðins ríkasta landi, Noreg, eru nógv dømi um júst tað øvugta. Statskassin flýtur yvir í pengum, meðan óteljandi dømi eru um vantandi orku og beinleiðis vanstýring av t. d. fólkaskúlanum, eldraøkinum og øðrum økjum, sum kommunurnar hava ábyrgd av.
Játtan og uppalingarligu skipanirnar hjá landinum
Javnaðarfloksins støða er, at tíðin er komin til eina nýggja tíðarhóskandi kommunuskipan. Ein skipan, sum styrkir fólkaræði og leggur avgerðarrættin so nær borgaranum sum til ber. Tó eru ávís mál, ið verða betur røkt í hóskandi størri eindum og stýrd av økisráðum. Ráðum, sum verða vald beinleiðis samstundis sum kommunustýrini verða vald. Hesi skulu stýra skúlanum, men flokkurin heldur fast við, at landsumsitingin framvegis skal umsita fólkaskúlin, t.v.s. gera fíggjarætlan, játta peningin og taka sær av uppalingarligu skipaninum.
Steðgið ætlanunum hjá landsstýrinum
At roynt verður at gera langtíðarætlanir er at fegnast um, tó saknar ein álvaran aftanm fyri ætlanir, sum fevna um fleiri valskeið, um tær ikki eru grundaðar á samstarv millum allar flokkarnar á tingi ella í hvussu er teir 4 stóru. Kommunuætlanin er eitt grelt dømi, har sitandi samgonga arbeiðir eftir einum leisti, sum teir vita verður koldømdur av einum landsstýri, har Javnaðarflokkurin er í Tinganesi, og í dag benda øll tekin á, at Javnaðarflokkurin er felagsnevnarin í komandi samgongukabalum. Er tað tá rætt at brúka tíð og orku til eina ætlan, sum kolsiglur eftir løgtingsvalið.