Skúrur fór á flog

Í vindinum, sum var sunnudagin, fingu tveir bilar á bilasøluni hjá Wenzel í
Havn skaða, tá ein skúrur feyk á teir.
Tekniski skúli í Havn leigar høli oman fyri Bilasøluna hjá Wenzel við
Velbastaðvegin í Havn. Skúrurin, sum stóð í túninum, fór á flog og feyk um garðin og einar fimm metrar niður, har hann lendi á takinum á tveimum bilum, harav annar var ein
nýggjur bilur.
Bilarnir fingu báðir skaðar av óhappinum.
Tað eru næmingar á timburdeildini á Tekniska skúla, ið gera hesar skúrarnar
fyri at venja seg at gera ymsar samankomingar í stórviðinum.