Í dag, týsdagin 22. Februar, er Altjóða Hugsunaðardagur hjá skótarørsluni Hetta er dagurin tá skótar um allan heimin hugsa um hvønn annan.
Í Føroyum er siðvenja at skótar fara í kirkju henda dagin.
Ì Havn er skótagudstænastan í Dómkirkjuni kl. 19.00 har Uni Næs dómpróstur heldur gudstænastuna.
Hóast talan er um skótagudstænastu, er hon almenn og øll eru vælkomin.
Klokkan 18 í kvøld verður eisini skótaguðstænasta í Kollalfjarðar kirkju.
Skótar úr Kollafirði og úr Kvívík taka lut, og Theodor E. D. Olsen, prestur, prædikar.
Kvívíkar- og Kollafjarðar kirkja skiftast um at hýsa skótaguðstænastuni altjóða skótadagin.
Hugsanardagurin er ein altjóða skótadagur, sum skótar kring allan heimin halda til minnis um stovnaran Robert Baden-Powell og konu hansara Olave Baden-Powell, sum bæði fyltu 22. februar.
Í 1907 byrjaði Baden-Powell skótarørsluna við eini legu á oynni Brownsea Island í Suðuronglandi. Í dag eru fleiri enn 28 mió. skótar í fleiri enn 216 londum.
Upprunaliga var hugsanardagurin ein gentuskótadagur burturav, men síðan seinna heimsbardaga hava allir skótar, gentur og dreingir hildið henda dag sum ein altjóða skótadag.