Skótaheilsan

Øll hava vit okkara hugmynd av skótalívinum. Her verður greitt frá tí og frá virkseminum á jóansøku. Skótabólkurin Royndin ynskjir her ølllum vælkomin á Jóansøku

Skótaliðið Royndin hevur navnið eftir Royndini Fríðu, sum Nólsoyar Páll bygdi á Fløtuni Fríðu í Vági. Í ár er sera runt áratal fyri hesi søguligu hendinding, 200 ár,  og er skótaliðið eisini sera sjónligur partur av jóansøkuni. Í samband við søguliga árstalið er eisni fólkafundur á Fløtuni Fríðu, sum lýst er í skránni fyri jóansøkuna.
 
Kærkoið tiltak
Um leiklut skótana í jóansøkuni og skótalív annars siga skótarnir soleiðis;
-          Jóansøkan hevur verið eitt tað størsta peninga skapandi tiltaki hjá skótabólkinum í Vági í yvir tríatiár. Tað vóru
skótarnir íð byrjaðu við Tivoli á Løðhamri við ballónum, fiskibrunni og tombola. Men tað er strævið at skipa fyri slíkum og nýta nógvir skótaleiðarar nýta sína frítíð og orku til tess. So tað er gott, at nøkur foreldur kunna traðka til og geva eina hjálpandi hond. Skótarnir hava ognað sær popkorn og kandiflossmaskinur, í verða nýttar øllum at gagni og eisini æltla okur at selja  ballónir og  okur hava eisini ?det muntre køkken?og loppumarknað við kafé við livndi tónleiki.
Skótabólkurin er nevndur eftir Royndini Fríðu , Føroya fyrsta skipið, ið Nólsoyar Páll, Per bóndi, Jákup bóndi og aðrir lótu byggja á Fløtuni Fríðu. Í ár eru júst 200 ár síðani hesa hending. Okur stolt av at bera navnið Royndin. Fleiri av okkara skótum eru eftir komarar Jákups bónda, hann er nokk tiptipoldurabbi teirra flestu.
Legulív er ein týðandi partur av skótaarbeiðinum, ið hugtekur allar skótar, gevur teimum sjálvsálit,og komandi summar fara okur til Danmarkar á landslegu hjá donsku KFUM skótinum,har skótar um allan heimin møtast.
Eitt av aðalmálum ogra skóta er at verja um nátturuna.Skótin gevur náttúruni gætur.
Í vár vóru teir eldru smáskótarnir á legu í skótahúsinum, har teir millun annað vóru siglutúr til Lopra við
Steinhúsbrøður, og síðani í bili til Sumbiar at vitja fjósið, spæla á sandinum og har ótu okur matpakka.
Í mai mánaðí vóru skótarnir á vikuskiftslegu við tjaldi. Smáskótarnir komu á vitjan at grilla pylsur.Farið varð gonguferð til Snepputoft í Hamrabyrgi, har Sneppan livdi einsamøll undir svartadeyða og sumbingar kastaðu henni mat oman. Eisini vóru smáskótarnir til smáskótadag á Argjum,har vóru umleið 400 smáskótar úr øllum landinum samlaðir.
Har var klatriveggur, okur silgdu í gummibáti, bovlaðu og okur spældu ymisk spøl.
Skótabólkurin hevur í løtuni umleið 8o virknar limir úr Vági og Sumba.Skótarnir eru í fer við at mála skótahúsið uttan sum vantandi verður liðugt áðrenn Joansøku.