Tveir dystir vera á skránni í bestu mansdeildini leygardagin. Toppdystur verður á Skála, har StÍF og VÍF hittast. Bæði liðini vunnu sínar fyrstu dystir, og tí er lagt upp til stóran spenning inni á Skála.
StÍF er sera illa rakt av skaðum, og tí vita tey á Strondum og Skála ikki heilt, hvat tey skulu vænta av hesum kappingarárinum. Leivur Justinusen er ikki klárur enn vegna skaða, meðan bróðurin Sveinur Justinusen hevur fingið boð um at binda frið í fimm mánaðir orsaka av einum skaða í knænum. Haraftur manglar Artur Johansen, sum fekk beinleiðis reytt kort í Havn seinasta vikuskiftið.
Vit frætta av Strondum, at teir ætla at gera sítt ítarsta fyri at vinna dystin ímóti VÍF eisini.
VÍF manglar eisini onkrar leikarar. Ingi Olsen hevur ein lítlan skaða at dragast við, meðan Agnar Joensen ikki er klárur enn. Teir ætla tó at byggja víðari á sigurin á Kyndli. Ingi Olsen sigur, at teir skulu finna sama vilja fram, sum tann ímóti Kyndli, tí so skal tað nokk ganga.
Hin dysturin leygardagin er ímillum KÍF og Neistan. Hesi bæði liðini taptu teirra fyrstu dystir í ár, so tey ætla væntandi bæði at vinna. Úr Kollafirði frætta vit, at allir leikarar eru tøkir til dystin móti Neistanum. Fótbóltsleikararnir eru sjálvandi undantøk. Rógvi Weihe, sum hevur verið í Danmark í lestrarørindum kemur heim leygarmorgunin, og hann verður væntandi partur av KÍF-liðnum.
Neistin hevur allar sínar mans tøkar til dystin leygardagin. Vit frætta frá Neistanum, at teir ætla at vinna dystin. Venjarin, Claus Rasmussen sigur, at um teir fáa verjuna at rigga, so væntar hann eitt gott úrslit.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Skaðar gera um seg hjá Kyndli
Í síðsta dystinum hjá monnunum spæla Kyndil og H71 í høllini á Hálsi sunnudagin. Hjá Kyndli sær einki serligt út við fólki. Høgni Klein, sum kom heim til dystin í Vestmanna, verður ikki við henda dagin. Ivamál er, hvørt Lars Blak verður tøkur til dystin sunnudagin. Hann kemur heim sunnukvøldið, men í Kyndli vænta teir ikki, at hann verður klárur. At enda er ein av ungu leikarunum, Hjalti M. Jacobsen, ivasamur, tí hann møguliga hevur brotið nøsina.
Hjá H71 sær eitt sindur betri út við fólki. Johnny Durhuus fór út við skaða í økslini ímóti KÍF, og hann verður ikki við ímóti Kyndli. Harafturat er ivasamt, um Niels Viggo Niclasen verður klárur. Hann hevur ein skaða í tjúkkanum og skal møguliga leggjast undir skurð.
Kyndil tapti sín fyrsta dyst í ár, so lítil ivi er um, at teir ætla at vinna dystin ímóti hoyvíkingum. H71 fekk hinvegin eina góða byrjan uppá kappingina, tá teir vunnu á KÍF. Úr Hoyvík frætta vit, at teir ætla at vinna umaftur, men teir ásanna, at hetta ikki verður lætt ímóti Kyndli.