POLITIKKUR
Kílarnir í samgonguni um sokallaðu tunnilssemjuna tykjast bara at vaksa. Gerhard Lognberg hevur longu boðað frá, at hann hevur tikið seg úr samgonguni orsakað av eini semju, sum hann ikki kann taka undir við. Men sandoyartingmaðurin hjá Javnaðarflokkinum er ikki einasti trupulleikin, sum samgongan hevur at stríðast við.
Bergtóra Høgnadóttir Joensen úr Tjóðveldinum lat skilja á tingsins røðarapalli í gjár, at hon heldur ikki tekur undir við semjuni, men við øvugtum fortekni. Hon vil als ikki hava ein Sandoyartunnil – í øllum førum ikki enn. Hetta fekk floksfelagan, Páll á Reynatúgvu, at mótmæla, tí orsøkin til at hann tekur undir við uppskotinum er, at hann hevur fingið lyfti frá løgmanni um, at 16 tingfólk standa aftan fyri semjuna.
Sosialurin hevur spurt sandoyartingmannin, hvat liggur aftan fyri hansara útsagnir, og hvørja støðu hann hevur í málinum.
- Tunnilssemjan er tað samstarvsgrundarlagið, sum vit hava, og tí má fyrsta og fremsta uppgávan hjá einum samgonguleiðara vera at sameina øll sjónarmið við semjuni sum grundarlag. Missa vit semjuna á gólvið, so óttist eg fyri, at vit fáa eitt uppaftur verri úrslit, enn tað, semjan leggur upp til, sigur Páll á Reynatúgvu.
Hann vísir á, at um nakar í Tjóðveldinum (Bergtóra Høgnadóttir Joensen, blm.) ætlar sær at siga samstarvið upp, so gongur hann út frá, at løgmaður fær hetta fyrst at vita og boðar okkum øðrum frá. Páll á Reynatúgvu vil tó ikki gera viðmerkingar til sjónarmiðini, sum floksfelagin úr høvuðsstaðnum hevur um spurningin. Hann óttast fyri, at uttan verandi samgongu sum grundarlagi verður sera torført at fáa meiriluta fyri eini betri semju.
- Um vit hyggja at hinum flokkunum, so fór Sjálvstýrislfokkurin á val upp á at vera ímóti føstum sambandi í Sandoynna. Eisini sambandsfólk úttalaðu seg ímóti tunlinum, og so er bert Fólkaflokkurin eftir. Tí óttist eg stórliga fyri, at eftir tað sum hendi í gjár, so er støðan hjá okkum, sum ganga inn fyri tunlinum, munandi viknað, sigur Páll á Reynatúgvu.
Mistak við einum valdømi
Tjóðveldistingmaðurin í Sandoynni er vónbrotin av, at tað sum hann kallar fyri persónliga profilering í fjølmiðlum og yvirfyri veljarunum, er farið at fylla so nógv í føroyskum politikki.
- Tað ber ikki til persónliga at profilera seg upp á so stór mál sum Skálafjarðartunnilin og Sandoyartunnilin. Eg føli, at eg havi gjørt alt í einum fyri meg sera truplum máli og eri framvegis til reiðar til tað. Tá so nógvir pengar skulu brúkast, sum til hesar ætlanirnar, so ber ikki til at koyra í sjálvdrátti, tí tá kemur tú ongan veg, sigur Páll á Reynatúgvu.
Hann vísir á mótsetningin í sjónarmiðunum hjá teimum, sum vildu hava eitt valdømi.
- Nú síggja vit tað beint øvugta, sum var ætlanin við at gera Føroyar til eitt valdømi. Parlamentarisman hevur tapt, síðani vit fingu tað. Hetta er ein bági fyri bæði flokkar og samgongu, tí tað fyrst og fremst snýr seg um at hava takið á fjølmiðlunum og veljarunum, ístaðin fyri at taka atlit fyri landinum. Júst tað øvugta, sum ætlanin var við einum valdømi, sigur Páll á Reynatúgvu.