Fyri aðru ferð í eina viku er Tróndur í Gøtu inni og landar sild Tróndur í Gøtu var í gjár til Skagen við umleið 800 tonsum av sild til matna, sum teir høvdu fingið norðuri á umleið 70 stigum.
Tað skrivar reiðaríið á heimasíðuni.
Hetta er onnur sildalastin hjá Tróndi í Gøtu ta seinastu vikuna. Í síðstu viku vóru teir í Noregi og landaðu 450 tons av sild, sum eisini fór til matna.