Skagerakmøtir í 30 ár

Cosmos Trawl í Hirtshals verður aftur í summar karmur um føroysk møtir.

Tey so kallaðu Skagerakmøtini í Hirtshals verða aftur í summar. Tað eru 30 ár síðani Levi Joensen úr Klaksvík og aðrir í 1982 høvdu tað fyrsta møtið á Nótaverkstaðnum Cosmos Trawl í Østhavnen í Hirtshals.

Møtini verða annaðhvørt hóskvøld í tíðarskeiðinum frá 12. juli til 9. august. Fyrsta møtið verður nú hóskvøldið 12. juli, síðan 26. juli og 9. august, øll kvøldini kl.19.30.

Umframt talur verða eisini solo- og felgassangir. Eftir møtini verður bjóðað til ein drekkamunn, siga fyrireikararnir.