Skal framtíðin hjá Suðuroy byggjast á "Revolvarapolitikk" frá løgmanni, Hendrik Old og Johan Dahl?

Tom Silvurdal
?????
Tórskvøldið, júst komin til landið, bórust tey tíðindi í útvarpinum, at landsstýrið hevði tikið avgerð um at flyta Miðnámsskúlan úr Vági til Hovs! Annars ikki eitt kvekk um hvussu, hví og hvat hetta vildi viðføra fyri framtíðina hjá okkara oyggj.
Tað skal ikki verða nøkur loyna, at mín skriving um framtíðina hjá Suðuroy ikki hevur verið grundað á nakra "heilaga kúgv", sum t.d. hvar Miðnámsskúlin skal byggjast.
Mín skriving hevur lagt upp til at karmarnir fyri okra framtíð her í Suðuroy, skuldu skapast av okra fólkavaldu ígjøgnum sam-ráðingar. Framtíðin og grundarlagið fyri framtíðini hjá Suðuroy er ein heildarloysn.
Eitthvørt mál sum í dag skal viðgerast hevur eina saksmappu. Saksmappan fyri "Endurreisn av Suðuroy", er ein sera tunn mappa, sum byrjaði hin dagin í sept. 2004, tá Føroya Landsstýri (F.L.) var á vitjan hjá Vágs Býráð.
Øll tann skriving og alt tað kjak sum hevur verið í Føroyum um okra oyggj,er eftir mínari meting bert innleiðingin til hesa komandi sera tjúkku saksmappu ? "Endurreisn av Suðuroy".
Tað var mín vón, at øll mín skriving um okra oyggj fór at føra til konstruktivar og positivar samráðingar millum okra kommunalpolitikarar og F.L. ? herundir serliga løgmann.
Men veruleikin er jú tann, at hóast onkur ráðstevna og onkur politisk 10 punktsætlan er framløgd fyri Suðuroy, so hava ongar veruligar politiskar samráðingar verið millum kommunurnar og F.L.
Tí kann ein, grunda á sítt vit og skil, spyrja hvussu kann F.L. anno 2005 taka eina avgerð um at flyta Miðnámsskúlan.
Føroyar hevur í dag eina stóra vælútbúna umsiting. Er tað ikki uppgávan hjá umsitingini at syrgja fyri, at skriva og útvega skjalatilfar til saksmappuna "Endurreisn av Suðuroy".
Er tað ikki, anno 2005, komið hartil, at føroyskir politikarar taka avger í einum so stórum máli sum hesum, grundað á tað skjalatilfar sum fyriliggur í saksmappuni fyri Suðuroy?
Ein kann mann rópa til himmals og óiva onki svar fáa - hvørki frá politikarum ella aðalstjórum, deildarleiðarum, búðskaparfrøðingum o.s.fr.
Hvar er saksmappan fyri "Endurreisn av Suðuroy". Hvørji skjøl fyriliggja í hesu mappu, sum kann prógva, at Miðnámsskúlin ikki skal vera í Vági, Sumba, Porkeri, Øravík, Tvøroyri, Fámjin, Hvalba, Sandvík ella Víkarbyrgi.
Um F.L. og tess umsiting hevur nøkur loynilig skjøl í saksmappuni, sum kunnu prógva, at burturúr einari heildarætlan fyru Suðuroy, so er best at skúlin verður í Hovi ? kunnu tit ikki almannakunngera hesi beinan vegin!
Komin til Suðuroy royndi man beinan vegin at fáa kanna hvussu hendan avgerðin hjá F.L. var komin í hús.
Seinast man visti, hevði Tvøroyrar Býráð alment melda út, at teir virdu avgerðina hjá Vágs Býráð, og tí ikki vildi viðmæla at flyta Miðnámsskúlan úr Vági. Sostatt høvdu tvey býráð, sum umboða yvir 70% av Suðuroy, eina felags støðu í hesum málið.
F.L. og umsiting tess hava síðan fundin í sept. 2004 í Vági, sitið og sovið í Tinganesi. Tí kom henda útmelding frá Tvøroyrar Býráð, hetta fyri at fáa lagt lok á málið, soleiðis at tað dagliga kommunala arbeiði sum F.L. órógvaði, kundi byrja aftur.
Men F.L. hevði eitt annað vápn í beltinum sum gjørdi at saksmappan um "Endurreisn av Suðuroy" kundi verða skrall tóm. F.L. og umsiting tess snorksova í dagar og mánaðir ? og alíkavæl, uppá minni enn 7 dagar ? taka eina avger ímóti 70% av teimum fólkavaldu í Suðuroy.
Fyri 7 døgum síðan vóru 4 javnaðarumboð frá Tvøroyrar Býráð hjá løgmanni í Tinganesi, og tosaðu um Miðnámsskúla og ellisheim í Suðuroy. Avgerð bleiv tikin á hesum fundi, og sum skilst, bleiv givið hond uppá at løgmaður virdi avgerðina hjá Tvøroyrar Býráð og Vágs Býráð sum vildi viðført skúla í Vági og ellisheim á Tvøroyri.
Men mitt í farnu viku kom speril í. Løgmaður leyp frá avtaluni og fór síðan at ávirka javnaðarumboðini í Tvøroyrar Býráð, samstundis sum løgtingsumboð sambandsfloksins í Suðuroy eisini fór undir at ávirka sambandsumboðini í Tvøroyrar Býráð.Líkt er til at hettar arbeiði hevur eydnast.
Hetta var grundarlagið fyri tíðindaskrivinum úr Tinganesi tórsdagin í síðstu viku. So stórur er seriøsiteturin hjá okra fólkavaldu anno 2005. Ein so stór avger um Miðnámsskúlan í Suðuroy verður tikin uttan saksmappu ella saksviðgerð, men við persónligari telefonuppringing frá harra løgmanni til tann einstaka einsamalla kommunupolitikaran (partísoldatin).
Soleiðis virkar okra Socialdemokrati anno 2005. Hvar er virðingin fyri tí einstaka borgaranum. Neyvan man seinasta orið vera sagt í hesum málið.
Framtíðin hjá Suðuroy skal ikki skipast av "Revolvarapolitikki Løgmans". Slíkur politikkur hoyrir ongastaðir heima í 2005. Avgerin skal takast á skjalprógvaðum grundarlag, hvar tað klárt framgongur hvør er besta avgerðin fyri Suðuroy í hesum málið.
Vónandi fer Føroya Løgting at átala framferðarháttin hjá løgmanni í hesum málið.
Avgerðir tiknar fyri Suðuroy á slíkum grundarlag fara suðringar ikki at góðtaka. Vónandi skilja okra fólkavaldu kommunustýrisumboð boðskapin í hesi grein. Eitt minimum av seriøsiteti, tá politiskar avgerðir vera tiknar ? hvat hevur F.L. annars embætisfólk til?