Soleiðis, sum lesarar hjá In.fo seinastu dagarnar hava sæð, hava vit sett ymiskum fólkum, kanska serliga politikarum, onkrar spurningar, har vit so hava endurgivið svarini her á síðuni.
Tað er altíð upp til tann, sum fær spurningarnar, um viðkomandi ynskir at svara ella ei. Nøkur hava svarað og onnur hava ikki. Onkur politikari bar seg eisini undan, og tað gjørdu eitt nú fiskiskiparar eisini.
Millum svarini, sum enn ikki eru almannakunngjørd, eru eitt nú forvitnisligu svarini, sum Petur Oluf Skorá hevur sent okkum, og tey fara vit nú at endurgeva í hesum greinastubba.
In.fo spurdi fyrst, um Petur Oluf Skorá keypti jólagávur í ár?
- Sjálvur keypti eg tvær lítlar jólagávur, men so havi eg eisini biðið damuna, sum býr í Ghana, um at keypa okkurt til sínar tvær døtur og foreldrini - og so okkurt til sín sjálvs eisini.
Hvar hevur tú hildið jól?
- Eg arbeiði sum náttarvakt á Ellisheiminum í Havn, og eg skal arbeiða øll jólini. Í dag, 2. jóladag, eri eg boðin til systur mína á Glyvrum, sigur Petur Oluf Skorá.
Hvønn týdning hava jólini fyri teg?
- Eg eri persónliga trúgvandi, so jólini minna meg altíð á, at Frelsarin varð føddur.
Hvussu hevur 2018 verið fyri teg?
- 2018 hevur verið eitt spennandi ár fyri meg, har eg havi upplivað okkurt heilt nýtt. Tó, havi eg eisini upplivað okkurt stórt vónbrot, sum eg greiði nærri frá seinni í svarunum.
Hvat var besta upplivingin (størsta hendingin) hjá tær í 2018?
- Tað var uttan samanbering, tá eg í summar var í Ghana og vitjaði damuna og familju hennara fyri fyrstu ferð.
Hvat var keðiligasta upplivingin í 2018?
- Tað var eisini uttan samanbering, tá daman ikki fekk visum (visitor's visa) til Føroya. Vit ætlaðu, at hon skuldi halda jól í Føroyum, men tað bleiv tíverri av ongum.
Hevur tú sett tær onkur mál fyri 2019?
- Ja, at eg skal til Ghana á páskum at giftast við damuni, sigur Petur Oluf Skorá, nú jólini 2018 nærkast endanum.