Skal greiða frá um ungdómsarbeiðsloysi

Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, skal greiða løgtinginum frá, hvat hann ætlar at gera til tess at basa ungdómsarbeiðsloysi.

Tað er Bergtóra Høgnadóttir Joensen, løgtingskvinna hjá Tjóðveldi, sum hevur sett landsstýrismanninum fyrispuring. Hon spyr:

- Hvørji átøk ætlar landsstýrismaðurin at fremja, sum basa ungdómsarbeiðsloysinum?

- Nær verður kunngerðin, sum letur upp fyri virkispraktikk hjá arbeiðsleysum undir ALS skipanini veruleiki?

Bergtóra Høgnadóttir Joensen sigur, at í summar varð álit handað landsstýrismanninum í vinnumálum um átøk, sum kundu minkað um ungdómsarbeiðsloysið í Føroyum.

- Eftir hetta hava vit einki hoyrt frá samgonguni um átøk, sum skulu minka um ungdómsarbeiðloysið. Gamaní hava fleiri fingið miðnámsskúlapláss, men tað var longu avgjørt, áðrenn álitið varð handað, sigur Bergtóra Høgnadóttir Joensen.

Hon vísir á, at ein frágreiððing hjá ES vísir, at ungdómsarbeiðsloysið í Europu er søguliga høgt. Eisini í Føroyum er ungsdómsarbeiðsloysið fleirfaldað seinasta árið. Hon sigur, at onnur lond gera kreppupakkar og serligar skipanir til tess at basa ungdómsarbeiðsloysinum.

- Tey ungu ein viðbrekin bólkur, um tey ikki fáa arbeiðsroyndir og ein sterkan arbeiðssamleika. Umráðandi er, at tey ungu hava nakað at fara upp til um morgnarnar beinanvegin, sum tey gerast arbeiðsleys ella gevast í skúlanum. Annars fáa tey ta fatan, at eingin hevur brúk fyri teimum, kunnu missa áræði og álitið á sær sjálvum og sínum førleikum, sigur hon.

Hon heldur, at virkispraktikk er ein góður háttur til tess at fáa fótin innum á arbeiðsmarknaðinum og at finna rætta starvsøkið. Nýggja ALS lógin letur upp fyri hesum, men vit hava framvegis onga kunngerð fingið hesum viðvíkjandi.