Útvarpið hjá Kringvarpinum visti í dag at siga, at løgmaður hevur biðið Jenis av Rana, landsstýrismann, um frágreiðing í sambandi við setanina av nýggja formanninum fyri Kringvarpsstýrið.
Orsøkin til, at nýtt forfólk er valt í kringvarpsstýrið er, at Elin Winther Poulsen, sum hevur verið forkvinna seinastu árini, hevur lagt frá sær, tí hon er farin í starv sum tíðindafólk í Kringvaprinum. Varafólk fyri Elina Winther Poulsen í Kringvarpsstýrinum var Dorit Hansen, sum kortini ikki hevur fingið sæti í kringvarpsstýrinum.
Hesi mannaðu annars kringvarpsstýrið, sum varð valt 4. januar í 2019 og sum situr til 31. desember 2022.
Limir:
Elin Winther Poulsen, forkvinna, løgfrøðingur/journalistur, Hoyvík
Katrin Petersen, næstforkvinna, journalistur, Sandur
Ragnar Joensen, stjórnmálafrøðingur, Klaksvík
Theodor Eli Dam Olsen, prestur, Hoyvík
Gunvá við Keldu, grafonom, Klaksvík
Jóhan Petersen, skipsverkfrøðingur, Glyvrar
Beinta Løwe, journalistur, starvsfólkaumboð, Tórshavn
Varalimir:
Dorit Hansen, ritstjóri, Hoyvík - fyri Elina Winther Poulsen
Beinta Gregersen, samfelagsfrøðingur, Klaksvík - fyri Katrina Petersen
Hanus Toftheyggj, BA í alm. fyrisiting, MA í løgfrøði, Hvalba - fyri Ragnar Joensen
Annika Eidesgaard, lærari, Tvøroyri - fyri Theodor Eli Dam Olsen
Ólavur í Geil, BA (hons) Events Management, Tórshavn - fyri Gunvá við Keldu
Otto Gram, lærari, Tvøroyri - fyri Jóhan Petersen
Carsten M. Arnskov, tøkningur, starvsfólkaumboð, Tórshavn - fyri Beintu Løwe
Javnstøðunevndi hevur funnist at landsstýrismanninum fyri at bróta javnstøðulógina. Løgmaður hevur biðið landsstýrismannin um eina frágreiðing. Og tað hevur Kringvarpið eisini gjørt, og við Kringvarpið segði Jenis av Rana, at javnstøðulógin verður hildin aftur, tá nýggja stýrið verður valt á nýggjárinum.
Tá ætlar hann, at Símun Jóannesarson, sum hann hevur valt sum nýggjan formann, skal halda fram sum formaður. Tað merkir so, at kynsbýtið millum hinar limirnar í stýrinum verður broytt.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
Ásett er í kringvarpslógini, hvussu stýrið fyri Kringvarpið skal veljast. Tað er í grein 4 í Løgtingdslóg um kringvarp:
§ 4. Kringvarp Føroya verður stjórnað av stýri við sjey limum. Landsstýrismaðurin tilnevnir sjey stýrislimir og sjey varalimir fyri 4 ár í senn.
Stk. 2. Stýrislimir og varalimir hjá hesum verða tilnevndir soleiðis:
1) Átta persónar verða tilmæltir av politisku flokkunum, ið hava umboð í Løgtinginum. Millum hesar átta tilnevnir landsstýrismaðurin ávikavist fýra stýrislimir og fýra varalimir.
2) Ein limur og ein varalimur verða tilnevndir eftir tilmæli frá starvsfólkunum í føstum starvi í Kringvarpi Føroya.
3) Landsstýrismaðurin tilnevnir eftir egnari avgerð tveir stýrislimir og tveir varalimir.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin tilnevnir formann og næstformann. Varalimur tekur sæti í stýrinum, um vanligum limi berst frá.
Stk. 4. Teir stýrislimir, ið verða tilnevndir sbrt. stk. 2, skulu samlað umboða førleikar, ið fevna um dyggan kunnleika til og innlit í føroysk samfelagsviðurskifti og mentan, fjølmiðlar og fíggjar- og roknskaparviðurskifti.
Stk. 5. Løgtingslimur ella fólkatingslimur kann ikki verða limur í stýrinum fyri Kringvarp Føroya. Starvsfólk, nevndarlimur ella leiðsla fyri øðrum føroyskum fjølmiðli kunnu ikki verða limir í stýrinum fyri Kringvarp Føroya.
Stk. 6. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um, hvussu stýrislimir sbrt. stk. 2, nr. 1 verða valdir, og hvørjar ítøkiligar førleikar hesir hvør sær skulu umboða. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um hvussu tilráðingin av umboði fyri starvsfólk í Kringvarpi Føroya fer fram, sbr. stk 2, nr. 2.
Stk. 7. Samsýning til stýrislimir skal góðkennast av landsstýrismanninum.