Skal í fongsul í seks ár

Brotsverkið er groft, men tað eru eisini linnnandi umstøður

Eitt nevningating hevur fyri lítlari løtu síðani dømt ein eldri mann at sita í fongsli í seks ár fyri ógvuliga grovan harðskap, sum elvdi til, at ein maður doyði.

 

Maðurin varð ákærdur fyri morð eftir eina hending í Havn tann 20. november í fjør og hann hevur sitið í varðhaldi síðani.

 

Men hann varð fríkendur fyri morð. Hinvegin varð hann dømdur fyri sera álvarsligan harðskap við deyðanum sym fylgju.

 

Ákærin kravdi mannin dømdan at sita í fongsli í seks ár og tað fekk hann viðhald í.

 

Les eisini: Ákærin krevur seks ár

 

Nevningarnir og løgfrøðiligu dómarin hildu ikki, at grundarlag var fyri at gera ein part av dóminum treytaðan og tað merkir, at hann skal sita allan dómin, til hann verður royndarleyslatin, kanska um eini trý ár.

 

Í niðurstøðuni sigur Føroya Rættur, at tey hava lagt dent á, hvussu álvarsligt brotsverkið er.

 

Les eisini: Fríkendur fyri morð

 

Hinvegin hava tey eisini hugsað um, at maðurin er eldri, at hann ikki var so væl fyri sálarliga, og at hann var undir trýsti

 

Verjin hjá manninum boðaði frá, at tann dømdi góðtók dómin og sostatt er hann endaligur.

 

Ì einum nevningatingi eru 12 nevningar, sum eru vanlig fólk og sum skulu døma málið út frá vanligum viti og skili.

 

Tá ið støða skal takast til um ákærdi er sekur ella ikki, er tað ein spurningur, nevningarnir taka støðu til einsamallir. Tó kann løgfrøðiligi dómarin seta avgerðina til viks, er hon heilt burturvið.

Men tað hevði hann onga orsøk til í hesum føri. 

 

Men tá ið revsingin skal ásetast, hava nevningarnir hvør sína atkvøðu, altso 12 tilsamans. Men so hevur tann løgfrøðiligi dómarin eisini 12 atkvøður.

 

Sostatt eru 24 atkvøður tilsamans og dómarin upplysti í rættinum í kvøld, at 21 atkvøður vóru fyri at døma tann ákærda í seks ára fongsul og tríggjar atkvøður vóru fyri at døma hann í fimm ára fongsul.