Skal ikki skiljast sum hóttan

Sjúkrahússtjórin meinti tað ikki sum eina hóttan móti ljósmøðrunum.

Johnny í Grótinum segði við in.fo í gjár, at tey fara melda út hvørjar tillagingar tey eru klár at gera í skipanini, og so mugu ljósmøðurnar, hvør í sínum lagi, gera upp við seg sjálvar, um tær ynskja at arbeiða á LSH ella finna okkurt annað.

 

 

- At blíva við at vera sjúkrameldaður, tað gevur onga meining, sigur Johnny í Grótinum og leggur afturat, at leiðslubygnaðurin møguliga kann broytast.

 

 

Tað er hesin seinasti setningurin, sum elvdi til, at Ljósmøðrafelagið sendi eitt hvassorðað lesarabræv í nátt, har tær løgdu sjúkrahússtjóran undir at hótta tær. Men tað er ikki tað, sum Johnny í Grótinum leggur í setningin. Tí hann vísir við hesum til eitt prát, eitt forstáilsi, sum var á fundinum millum partarnar fríggjadagin. Og hetta kennir Annika Hoydal, forkvinna í Ljósmøðrafelagnum, sum er sjúkrameldað, seg aftur í.

 

 

- Eg veit hvat hann meinar. Tað er rætt, at vit tosaðu um, at fyri at koma víðari má man síggja, hvørjar tillagingar og broytingar man kann gera, og so mugu vit ljósmøður finna útav, um vit orka at arbeiða undir teimum treytunum. Og sjálvandi eru vit samdar í, at hendan støðan við sjúkramelding ikki er haldbar, sigur Annika Hoydal. Hon leggur tó aftrat, at orðið “meiningsleyst” er fallið limum hennara fyri bróstið.

 

 

Støðan júst nú í hesari ósemju, sum hevur verið leingi er, at sjúkrahúsleiðslan skal vísa á, hvørjar tillagingar kunnu gerast, og so mugu ljósmøðurnar síggja, um tær meta tað vera nóg mikið til, at tær kunnu trívast í arbeiðnum aftur og ikki gerast strongdar í tí dagliga.