Skal ikki vera til ampa

Vága kommuna er í hesum døgum farin undir at gera eitt felags bingjupláss á økinum við Miðvágs-Sandavágs Havn. Hetta hóvar ikki øllum líka væl, hóast kommunan ætlar at gera hetta til eina endurnýtslumiðstøð, eins og hana í Klaksvík.

- At vit valdu at leggja bingjuplássið, sum tað nú liggur, er tí at tað framman undan var virksemi og er virksemi, sum ger, at eitt bingjupláss ikki lítur dámin í økinum, sigur Albert Ellefsen, borgarstjóri í Vága kommunu.

Í farnu viku setti ein borgari í kommununi annars spurnartekin við hesa ætlanina at leggja ruskinnsavningina á havnaøkið millum báðar brimgarðarnar í bygdini.

- Borgarstjórin vísir hinvegin á, at kommunan hevur eina ætlan í hesum sambandi. Og hann leggur dent á, at áðrenn henda miðstøðin verður tikin í nýtslu, verður ein kunnandi faldari sendur í hvørt hús.

Her verður greitt frá, hvussu ruskið skal skiljast framyvir, soleiðis at ein fær sum mest til endurnýtslu.

- Vit vóna og vænta at fólk fara at taka væl undir við hesum. Støðan á bingjuplássinum í løtuni er ikki nøktandi, sigur Albert Ellefsen, sum vísir á, at ein í mestan mun fer frá skrelli til endurnýtslu.

Ætlanin er at plássið altíð verður reint og nossligt, og tí ikki verður til ampa fyri fólk og fæ.

(Mynd: joanisnielsen.fo)