Skal kannast hvussu Gaddafi doyði

Mannarættindanevndin hjá ST krevur nú, at tað verður kannað, hvussu libyski einaræðisharrin Muammar Gaddafi doyði. Ein talsmaður hjá nevndini vísir á, at tað ganga ymisk tíðindi um, hvussu Gaddafi doyði, og tí er neyðugt at fáa staðfest, um hann doyði í bardaga, ella um hann varð avrættaður.

Tað er greitt, at Gaddafi var á lívi, tá uppreistrarmenninir tóku hann, men myndir frá handtøkuni benda á, at hann bleiv tikin av døgum.

Mannarættindafelagsskapurin Amnesty International tekur undir við kravinum um eina kanning.