Tá dagstovnar eru á skránni í fjølmiðlunum, er tað oftast um okkurt, sum ikki er so gott, eitt nú vánaligar normeringar, ov fáar pedagogar og børn við serligum tørvi, sum ikki fáa ta hjálp, sum teimum tørvar. Umráðandi sjálvandi, men alt ov sjáldan verður tosað um møguleikarnar og innihaldi innan teir karmar, sum eru. Nú er á skránni, hvussu dagstovnarnir kunnu tillaga børnini til skúlan, so tey verða, sum skúlin vil hava tey at vera.
Tað eru Pisa-úrslitini, sum enn einaferð seta dagsskránna, ella kanska heldur tann mátin, ið fjølmiðlarnir velja at skilja Pisa-úrslitini uppá.
Størsta ynski hjá foreldrum er, at børnini hava tað gott, at tey eru glað og væl nøgd, og tað er umráðandi hjá foreldrum, at børnini klára seg væl í skúlanum, tí so rokna tey við, at børnini eisini hava betri framtíðarmøguleikar.
Men hvat er tað fyri læruhugsan, sum er í hásæti?
Er tað ein læruhugsan, sum gevur besta grundarlagið fyri einum innihaldsríkum lívi bæði nú og í framtíðini, og er tað ein læruhugsan, sum skapar tað besta grundarlagið fyri einum framkomnum samfelag?
Hugsa vit yvirhøvur um, at barnagarðar eru til fyri børnini, ella halda vit, at barnagarðarnir eru til fyri vinnulívið, so foreldrini kunnu koma út á arbeiðsmarknaðin?
Uppgávurnar og skyldurnar
Samfelagsuppgávurnar og skyldurnar hjá pedagogum og lærarum eru fyrst av øllum staðfestar í Barnarættindasáttmálanum hjá ST, dagstovnalógini og fólkaskúlalógini. Uppgávan er at skapa møguleikar fyri, at øll børn fáa góðar menningarmøguleikar.
Í Barnarættindasáttmálanum er ásett, at børnini eiga at verða hoyrd og vird og tikin við uppá ráð. Tey skulu hava medávirkan á egið lív í barnagarðinum og í skúlanum.
Tað mugu vit ongantíð gloyma.
Tosa verður nú um at minka lopið millum skúla og barnagarð. Skal tað skiljast soleiðis, at barnagarðarnir skulu tillaga seg til skúlan, so børnini eru soleiðis, sum lærararnir vilja hava tey at vera, at tey sita still og taka ímóti. Tað læra tey eisini okkurt av, men tað er heilt vist meira saft og kraft í at lata børnini vera virkin.
Tað er einki framtíðarsamfelag, sum hevur brúk fyri lýdnum og passivum borgarum. Tað er støðugt størri og størri tørvur á borgarum, sum klára umskifti, og tað er brúk fyri borgarum, sum eru førir fyri at taka nýggjar og fjølbroyttar uppgávur á seg. Eitt framkomið vinnulív spyr eftir fólki sum hugsa nýggjar og skapandi tankar.
Nýggir veruleikar
Vit eru á veg inn í eitt samfelag við nýggjum veruleikum, sum eru samansettir, lítið ítøkiligir og ósjónligir. Tað er í hesum heimi, okkara børn skulu liva, og tað er í hesum heimi, at tey skulu mennast og hava eitt gott lív. Tað er okkara ábyrgd, at tey fáa so góðan førleika sum gjørligt at fóta sær í hesum samansetta veruleika. Og tá røkkur tann fastlæsta og avmarkaða læruhugsanin ikki langt.
Vit skilja ofta læru sum tað, sum fer fram í skúlanum, og helst meðan børnini sita á einum stóli og lurta ella gera eitthvørt, sum er teimum álagt.
Eitt orð, sum lýsir hesa læruhugsanina sera væl, er orðið frálæra. Lurta væl eftir orðinum, vend tað í munninum og legg merki til, hvørjar myndir tað gevur tær.
Og hugsa um hugtakið, at børn skulu vera skúlabúgvin. Hvussu eru tey tá? Hvør er munurin á tí og eini hugmynd um, at skúlin skal vera barnabúgvin?
Jagstranin eftir góðum Pisa-úrslitum skaðilig fyri børnini
Vit mugu ikki loypa fram av so blindað av jagstrani eftir góðum Pisa-úrslitum, at vit gloyma hvat tað er, sum tænir okkara børnum og okkara framtíð best.
Vit mugu ansa eftir, at vit ikki skapa tílíkar umstøður fyri børnini, at vit taka møguleikarnar frá teimum at menna allar sínar ríku eginleikar. Børnini kunnu verða skerd og taka skaða av tílíkum hugburði.
Italski pedagogurin Malaguzzi sigur í síni yrking: “Eitt barn hevur hundrað mál”, at vit taka tey nítiníggju frá teimum. Vit eru so upptikin av at proppa okkara vitan niður í børnini, at vit gloyma at taka tey við upp á ráð, og vit gloyma hvussu stór drívmegi forvitnin er, og hvussu fjølbroyttar lærutilgongdir forvitnin kann seta í gongd hjá okkum. Tann vitanin, sum ber okkum longst á leið, er tann vitanin, sum børnini vinna sær við egnari megi.
Grundarlagið er fyrstu seks árini
Tað er tey fyrstu seks árini í lívinum, at vit læra mest. Tí hevur tað so stóran týdning, hvørjar møguleikar vit geva børnunum at menna seg hesi árini. Tað er ein rættur tey eiga sambært Barnarættindarsáttmálanum. Alt tos og skriving um, at børnini seinasta árið í barnagarðinum skulu laga seg til verandi skúlan, er avmarking í almennu menning barnsins, og tí brot á henda sáttmála. Tað skal heldur vendast tann vegin, at ein góður og fjølbroyttur barnagarður gevur børnunum teir fjølbroyttu menningarmøguleikar sum barnið hevur rætt til, og sum tí nátúrliga eisini ger tey betur før fyri at møta teimum avbjóðingum, sum skúlin gevur teimum. Men sami skúli, sum sigst vera dumpaður í altjóða kanningini, má eisini taka í egnan barm og spyrja, um tað bara er hetta eina árið, sum eigur alla skuldina, ella um skúlin, soleiðis sum vit kenna hann, ikki hóskar til okkara, og tí sjálvur má broytast heldur enn skáka sær undan at gera annað enn tað, sum hann altíð hevur gjørt.
Mugu hugsa nýgggjar tankar
Tí sigi eg: Come on – skulu vit koma víðari, so mugu vit hugsa nýggjar tankar og gera mangt øðrvísi. Hjálpir tað nakað at senda børnini enn fleiri tímar í tann sama skúlan, við teimum somu hugsanum, við teimum somu traditiónum at hugsa læru uppá, sum tann skúlin, sum sigst vera dumpaður?
Tá er tað kanska ein spurningur um at gera meira skaða enn gagn.
Tað er neyðugt at gera eina rættiliga høvuðsreingerð, og tað er neyðugt, at tey sum arbeiða í praksis, fáa góðar møguleikar at gera nógvar royndir at lata børnini menna sínar lærumøguleikar. Bæði dagstovnurin og skúlin skulu vera eitt grundarlag undir lívlangari læru. Broyttur hugsanarháttur kemur ikki bert úr erva við fínum endamálsgreinum, læruætlanum ella nýggjum orðingum. Skal ein verulig broyting henda, so er neyðugt, at tey sum arbeiða við børnunum, bæði pedagogar í vøggustovum, pedagogar í barnagørðum, pedagogar á frítíðarskúlum og lærarar í fólkaskúlanum fáa góðar møguleikar til at gera royndar- og menningararbeiði, fyri í veruleikanum at stuðla uppundir góðum lærumøguleikum hjá børnum.
Veruligar broytingar henda bert um tey, sum arbeiða í markini, sjálv fara ígjøgnum eina broyting, og ikki við at fáa nýggjar lógir, reglugerðir og nýggjar námsætlanir.
Hugburðurin til arbeiðið skal vendast og snarast og hugsast av nýggjum, og úti á pedagogisku arbeiðsplássunum má tað vera rúmd fyri veruligum pedagogiskum orðaskifti.
Hetta er tann neyðugi vegurin, sum vit mugu ganga, um vit skulu seta nakrar veruligar broytingar í verk.