Amerikanski millióningurin Robert Milleer er farin undir ein átak at savna sær eitt eintak av øllum heimsins bókum.
Har tað er peningur, har er ein vegur. Tað tykist vera leiðin, sum amerikanski KT-millióningurin Brewster Kahle sum er farin undir hetta, sum fólk uttanífrá helst halda er púrasta ørt.
- Vit vilja hava eitt eintak av øllum bókunum í heiminum, sigur Robert Miller, sum er dagligur leiðari av verkætlanini hjá Kahle.
Hvønn einasta dag tekur goymsla hansara The Physical Archive einar 1500 bøkur, sum koma frá bókasøvnum og privatum donorum.
Hóast málið er greitt, er langur vegur til at røkka tí: Ein roknar við at tað eru útgivnar 100 milliónir bøkur. Og í dag eru tær fyrstu 500.000 bøkurnar komnar í hús.
- Brewster hevur higartil brúkt 17 millinónir krónur til ætlanina, sum annars verður stuðlað við tilskotum, stuðli og smærri tænastum sum bókasøvnini keypa frá fyritøkuni.
Mynd: Pláss er fyri nógvum bókum aftrat - íalt skulu 17 mió bøkur savnast