- Vit taka ikki altíð serlig atlit til, at hann ikki sær so væl, tí vit ynskja, at hann skal sleppa at uppliva alt millum himmal og jørð, meðan hann enn kann. So vit hava verið á skíðferiu í Eysturríki, súkkluferiu á Bornholm og hava fleiri ferðir gingið upp á Slættaratind við honum.
Tað sigur Súsanna Eliassen, mamma at ellivu ára gamla Gutta Eliassen, ið hevur sjáldsomu arvaliga syndromið Bardet-Biedl, ið m.a. førir við sær, at hann fyrr ella seinni í lívinum verður blindur.
Mett verður, at bara 1 út av hvørjum 125.000 persóni í Danmark hevur sjúkuna, men í Føroyum er í títtleikin munandi størri.
Í vikuskiftis-Sosialinum hesaferð greiðir Súsanna Eliassen frá, hvussu hon og maðurin skjótt varnaðust at okkurt var øðrvísi við soninum, men at tað kortini gingið fimm ár áðrenn tey fingu at vita hvat tað var, og hvussu lívið við sjáldsomu sjúkuni er.