Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, verður millum teir 35 føroyingarnar, sum manna føroyska Team Rynkeby liðið, sum skal súkkla til París komandi summar.
Tað var fríggjadagin, at in.fo skrivaði um, at føroyska Team Rynkeby var úttikið. Týsdagin fingu 35 av teimum 140, sum høvdu sent umsókn inn, boð um, at tey sleppa at súkkla til París komandi summar.
Løgmaður skrivar á Facebook í kvøld, at hann hevur fingið innbjóðing at vera ein av teimum 35, og at hann hevur takkað ja.
– Eg síggi tað sum ein framíhjárætt og sum ein møguleika at sleppa at savna innpengar til børn við krabbameini og familjur teirra, skrivar løgmaður á Facebook í kvøld.
Endamálið við súkklingini er at savna inn pengar til krabbameinsrakt børn og teirra familjur.
Lesið eisini: - Hetta er fantastiskt