Skála fingið nýggjan málverja

Betri deildin menn: Venjarin heldur fram og nýggjur málverji er komin úr B68

Mynd: (Skála IF) Jónnes Prestá, formaður í Skála, og Ragnar Lindhólm

Skála ÍF hevur kunngjørt, at komandi kappingarár verður Ragnar Lindhólm fastur parturin av hópinum í Betri deildini.

 

- Fyrsta dystin í 2023 vardi Ragnar málið hjá Skála ÍF í samband við at felagið manglaði ein málmann. Í samband við fyrireikingar til næsta ár, er tó greitt at hann nú verður ein fastur partur av málmanstoyminum, skrivar Skála IF.

 

Ragnar Lindhólm er 30 ára gamal, málverji og hevur royndir frá bæði bestu og næstbestu deildini við B68.

 

- Vit fegnast um at hava Ragnar við okkum og ynskja honum vælkomnum til felagið, sigur Jóannes A. Prestá, formaður.

 

Skála hevur eisini boðað frá, at Pauli Poulsen verður venjari aftur komandi kappingarár.

 

##med2##

 

Mynd: (Skála IF) Jónnes Prestá, formaður í Skála, og Ragnar Lindhólm