Eftir at hava verið burtur úr bestu deildini síðani í 2008, er Skála aftur í fremstu røð. Tá ið Skála fyri seks árum síðani fór undir kappingarárið sást beinanvegin, at tað fór at verða øgiliga tungt. Tá var fyrsta avbjóðingin í Gundadali, har HB vann 8-1!
Hesa ferð leggur Skála eisini fyri í Gundadali. B36 hevur givið til kennar, at málið er enn eina ferð at kvalifisera seg til pláss í europeisku kappingini. Tí er trýstið hesa ferð á bronsuvinnarunum í fjør, sum eru á heimavølli. Hjá Skála kann tað ikki ganga verri, enn at úrtøkan verður einki stig í Gundadali. Soleiðis gongur tað hjá so mongum.
Skála hevur níggju ferðir vitjað B36, og higartil hevur tað ongantíð eydnast at vinna fulla úrtøku. B36 hevur vunnið fýra ferðir, og fimm ferðir er tað endað við javnleiki.
24 ára gamli Eliesar Olsen er yngsti venjarin í bestu deildini, og hann ræðist ikki stóru avbjóðingina:
-Vit ætla okkum at spæla og ikki at sparka fótbólt. Liðið er mannað við góðum spælarum, og tað skal síggjast aftur á avrikinum. Spælararnir eru svangir, og málið er at varðveita plássið í deildini og at gera tað upp á rætta mátan, sigur Eliesar Olsen.
Sámal Erik Hentze er spildurnýggjur í B36. Hann spældi í síni tíð í HB, og síðani hevur hann verið venjari bæði í HB og í AB.
-Tað eru nógvir, sum ætla sær at vinna, so onkur verður vónsvikin. Vit ætla okkum at vinna atgongumerki til europeisku kappingarnar, sigur venjarin, sum bíðar spentur eftir, hvussu nógvu ungu og óroyndu B36 spælararnir fara at standa seg.
-Tað fæst at síggja, tá ið trý stig standa upp á spæl!
Hjá Skála er nýggi russiski málverjin, Mark Ryutin, ikki tøkur, tí arbeiðsloyvið er ikki komið upp á pláss.
Hjá B36 er miðverjin Karl Martin Danielsen skaddur í lærinum. Tað verður roknað við, at hann verður uttanfyri í tríggjar vikur ella so.