Skalt tú í útbúgving? Vel so Sambandsflokkin

Neyvan nakar politiskur flokkur í Føroyum hevur so nógv at bjóða lesandi føroyingum sum Sambandsflokkurin

Neyvan nakar politiskur flokkur í Føroyum hevur so nógv at bjóða lesandi føroyingum sum Sambandsflokkurin

Herfyri kom eg í prát við ein hollending, sum vitjaði í okkara vakra landi. Ein ungur maður. Hann hevði fjakkað víða um og ætlaði sær nú á universitet heima í Hollandi.

Hann gjørdist í grundini skakkur, tá ið frætti, hvussu góðar umstøður føroyingar hava til at útbúgva seg, bæði her heima og í Ríkisfelagsskapinum.

Eg skilti hann soleiðis, at hann skuldi sjálvur gjalda fyri sína skúlagongd og útbúgving. Tí var hann noyddur at forvinna fitt av pengum við síðuna av lestrinum. Foreldrini skuldu eisini hjálpa til fíggjarliga.

Toppurin av toppinum
Hevur tú nakrantíð veruliga hugsa um teir ófatiliga góðu lestrarumstøðurnar, sum ung í Føroyum hava? Vit liggja í toppinum av toppinum í Europa!

Tín ríkisborgaraskapur er billettin til donsk universitet og aðrar lærustovnar. Tú skalt ikki gjalda so mikið sum eitt fimmoyra afturfyri.

Ríkisborgaraskapurin er atgongumerkið til SU, SU-lán, Ríkisfelagsskaps-frádrátt, barnaansing, barnapengar, lestraríbúð, bústaðatrygging og mangar aðrar veitingar fyri ung lesandi.

Tað er enntá so flott, at um ein ungur føroyingur ynskir sær at sleppa inn á hollendska universitetið, har sum fjakkarin, ið eg prátaði við í summar, ætlaði sær at lesa – ja, so fer føroyingurin avstað við SU og hinum ágóðunum, sum ríkisborgaraskapurin útloysir.

Svikaligir norðurlendskir sáttmálar
Loysingaflokkar plaga at billa ungfólkum inn, at hægri útbúgving er ongin trupulleiki í Fullveldis-Føroyum. Vit skulu bara brúka norðurlendskar avtalur um at lesa í londunum hjá hvørjum øðrum, siga tey.

Tað er heit luft. Fakta er, at norðurlendsku sáttmálarnir koma ikki ríkisborgararættindum okkara til kníggja.

Ongin trygd er heldur fyri, at sáttmálarnir verða verandi – men ríkisborgararættindi kann ongin taka frá tær.

Sambandsflokkurin fer til val uppá at tvífalda talið av lesandi á Fróðskaparsetrinum. Okkara universitet skal mennast við fleiri útbúgvingum, serliga teimum vinnurættaðu.

Kortini fer ongin at avskera seg frá bestu útbúgvingarmøguleikum í okkara parti av heiminum.

Reyða passið á borðið – so er universitetshurðin opin.

Bárður Nielsen
valevni fyri Sambandsflokkin