Eitt skalvalop hevur rakt eina hermannalegu hjá pakistanska herinum í Kashmir. Sambært myndugleikunum vóru minst 100 hermenn í leguni, tá skalvurin leyp oman yvir hana.
Enn er einki frætt um, at skalvalopið hevur kravt mannalív, men ein talsmaður fyri pakistonsku herleiðsluna sigur, at soleiðis sum umstøðurnar eru, er lítið at ivast í, at í hvussu er nakrir hermenn eru deyðir.
Skalvalop eru rættiliga vanlig í fjøllunum í Kashmir, og hernaðarserfrøðingar siga, at fleiri hermenn doyggja í skalvalopum har enn hernaðarligum samanbrestum.