Tað er ikki blað, man tekur í hond, ella sending, man sær í sjónvarpinum, at man lesur ella sær um tað stóra (VESÆLDØMI) í okkara landi, samstundis sum okkara sokallaða samgonga reypar um, hvussu nógv, ið vit hava av pengum í yvirskoti. Men teir klára ikki so frægt sum at keypa Landssjúkrahúsinum ein nýggjan matvogn, og tíansheldur at gera tær ábøtur, sum langt síðani skuldu verið gjørdar.
Gud viti, hvat hasin túrurin yvir til USA at hyggja at hospitalum hevur kostað, og til hvat nyttu, tað verður jú einki gjørt við hospitalsverkið álíkavæl, uttan at siga fólki upp. Hasin peningurin hevði verið nógv betur brúktur til hospitalsverkið sjálvt, men so var ikki.
Ja, og nú klára teir heldur ikki at hava okkara børn í skúla, og fyri ikki at tosa um tey gomlu og tey heilt smáu. Fyri at fáa eitt pláss á einum røktarheimi skal man helst vera hálvdeyður.
Men undirsjóvartunnil fyri 500 milliónir er einki í vegin fyri at byggja.