Í annaðkvøld klokkan 19 verður borgarafundur í Skúlanum við Løgmannabreyt um ætlaðu havnaútbyggingina hjá Tórshavnar havn.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, bjóðar vælkomin og hevur eina framløgu um ætlanina.
Aftaná greiðir Jónsvein Lamhauge, havnafúti, frá um ætlanina, og síðan greiðir Mikael Videre, tekniskur stjóri, frá um broyttu byggisamtyktina.
Aftaná verður høvi at seta spurningar.