Skapa føroyska filmssøgu

Tað er ein partur av stuttu føroysku filmssøguni, sum verður skrivaður, nú agurk-kappingarnar standa á skránni

Agurk-kapping

- Hetta ættarliðið, sum nú tekur lut í filmskappingunum í Sjónvarpinum, hava ein einastandandi møguleika. Tit hava møguleikan at skriva føroyska filmssøgu, tí hon finst mest sum ikki.
Soleiðis málbar Jákup Veihe seg, tá hann sum annar av agurk-monnunum byrjaði kvøldið, tá vinnararnir av filmskappingini skuldu kjósast.
Víðari legði hann eisini dent á, at hóast hetta var ein møguleiki, sum skuldi takast, so var talan samstundis um eina ábyrgd. Eina ábyrgd, sum kravdi nógv av teimum, sum skrivaðu søguna, men sum kortini eisini var ein ábyrgd, sum eigur at takast.

Jan hevur eina missión
Saman við Jákup Veihe hevur Jan Berg Jørgensen eisini verið maðurin, sum hevur staðið handan agurk-sendingarnar.
Jan er útbúgvin cand.mag í enskum við hjágrein í films- og miðlavísind. Í sjálvum sær ein útbúgving, sum er rættiliga sjáldsom fyri ein føroying, og Jan viðgongur eisini, at hetta hevur skundað undir arbeiðið at menna eina filmsmentan í Føroyum.
- Sjálvur visti eg slettis ikki, hvat eg skuldi gera heima í Føroyum, tá eg hevði lokið prógv. Vit fluttu tó heim, og eg fekk so starv í Sjónvarpinum, umframt at eg havi undirvíst nakað í Hoydølum.
- Men tú kanst gott siga, at hevði eina ætlan - ella kanska missión, tá eg flutti heimaftur. Eg vildi fegin vera við til at skapa eina filmsmentan í Føroyum. Eina filmsmentan, sum ikki bara tók støði í popularismu og mainstream. Hóast hesi bæði eisini eru neyðug, so er eisini tørvur á øðrum og meira enn tí.
Og heldur tú teg hava sett hol á tann partin við agurk-sendingunum, har tit nú tvær ferðir hava skipað fyri kapping?
- Tað haldi eg. Hetta kann í øllum førum vera við til at skunda undir áhugan, og tað er so ein møguleiki hjá teimum, sum hava hug at traðka fram.

Botnurin og breiddin betrað
Í mun til fyrru kappingina, heldur Jan, at áhugin hesa ferð var væl størri. Fleiri enn 20 filmar tóku lut í kappingini, og tí varð neyðugt at sálda frá, longu áðrenn filmarnir vórðu vístir í sjónvarpinum. Men kortini heldur hann, at støðið ikki er hækkað so heilt nógv.
- Botnstøðið er hækkað nógv. Tað eru fleiri, sum hesa ferð hava flutt seg væl nærri toppinum, men hinvegin er enn eingin, sum veruliga hevur runnið avstað.
Men júst økta botnstøðið og harvið størri breidd. Er tað ikki fortreytin fyri, at vit knappliga fáa eitt gjøgnumbrot?
- Sjálvandi. Og tað fer vónandi eisini at koma. Vit hava í øllum førum ætlanir um at føra projektið enn víðari. Í fyrstu atløgu verður talan um í øllum førum tvær nýggjar kappingar. Onnur verður at gera lýsingarfilmar fyri Ráðið fyri Ferðslutrygd, og hin verður ein kapping við sjónbandsløgum.
- Hartil verður talan ætlandi eisini um ein norðurlendskan filmsskúla í Føroyum komandi summar. Enn eru vit ikki komnir heilt á mál við tí, men ætlanin er so at skipa fyri einum skeiði upp á tvær vikur, har norðurlendskir ungdómar - eisini føroyskir - kunnu fáa vegleiðing frá nøkrum veruligum kapasitetum á økinum. Eitt tiltak, sum vónandi kann geva teimum bestu eitt ordiligt lyft, sigur Jan Berg Jørgensen at enda.