Føroyar vilja hava tættari samstarv við ES-londini. Føroyar vilja hava lut í teimum fýra frælsunum. Men nú verða stórar forðingar lagdar fyri ES-borgarum at koma higar at arbeiða. Henda protektionistiska framferð skapar óstøðugar vinnukarmar, er kappingaravlagandi og kann í seinasta enda forða fyri búskaparvøksti.
Arbeiðsloysið í Føroyum er framvegis er lágt, sammett við flestu onnur lond. Í miðal góð 4 %. Í størsta partinum av landinum liggur tað niðanfyri, meðan tað í Norðuroyggjum í løtuni er á leið 7,5 %, eitt tal sum vónandi minkar nú virksemi aftur verður á Kósini.
Politiska leiðsla landsins eigur sjálvandi at gera alt sum stendur í hennara makt at fyribyrgja vaksandi arbeiðsloysi. Millum annað við at tryggja, at hvør einasta almenn íløgukróna skapar arbeiði til so nógvar hendur sum til ber.
Men skal steingjast fyri arbeiðsmegi frá ES londunum, má trygd vera fyri, at tað ikki skapar fleiri trupulleikar, enn tað tekur burtur. Teir útlendingar, sum hava arbeiðsloyvi, verða ikki sendir til hús. Og tað er lítið sannlíkt, at føroyskir arbeiðsgevarar í stóran mun fara eftir útlendskari arbeiðsmegi, um væl skikkað føroysk arbeiðsmegi er tøk beint uttanfyri dyrnar. Harumframt veður ikki stongt fyri útlendskari arbeiðsmegi. Men tað verður vent aftur til eina sera stirvna og tunga mannagongd.
Neyðug lóg
Lógin, sum ger tað smidligt at fáa arbeiðstakarar úr ES-londunum hendan vegin at arbeiða, hevur einans verið í gildi í eitt gott ár.
Báði táverandi vinnu- og fiskivinnumálaráðarharrar hjá Tjóðveldi mæltu staðiliga frá at seta eitt lágt mark fyri, nær lógin fór úr aftur gildi, tí hetta útholaði lógina. Aðrastaðni verður 3,5 prosent arbeiðsloysi, ikki mett at vera veruligt arbeiðsloysi, hóast tað sjálvandi kennist meint fyri tann, sum er raktur.
Tað var tó bráðneyðugt at fáa lógina setta í gildi tí tørvurin á arbeiðsmegi hevði tá leingi verið sera átrokandi og bremsaði beinleiðis fyri vinnuligum vøkstri. Lógin varð mett at vera ein fyritreyt fyri búskaparvøkstri í Føroyum.
Men avtalan í sambandi við ríkislógartilmælið um at seta lógina um ES-arbeiðsmeg í gildi, var eisini púra greið: At útlendingalóggávan skuldi yvirtakast, so vit sjálvi kunnu umsita hetta fyri okkara arbeiðsmarknað sum týdningarmikla málsøki. Hetta er bakgrundin fyri útlendingastovuni, sum varð sett á stovn og í lógini stendur:
“Arbeitt verður fyri at yvirtaka málsøkið so skjótt sum til ber, og í seinasta lagi í 2009, soleiðis at tað vera føroyskir myndugleikar, ið fáa fulla ábyrgd eins og føroysk lóggáva, ið kemur at vera galdandi á økinum.”
Men hetta er ikki hent. Og einki bendir á, at útlendigalóggávan verður yvirtikin í hesum valskeiðinum.
Vinnu- og uttanríkispolitikkur ad hoc
At stongt verður fyri útlendskari arbeiðsmegi merkir ikki, at tað samstundis verður arbeiði til tær tøku hendurnar sum eru. Og skilabetri gerst tað ikki, um tað rakar føroyskar fyritøkur, sum hava tørv á spesifikkari arbeiðsmegi, tær ikki fáa hendur á her heima.
Tí eigur landsstýrið sum eitt minstamark at gera eina kanning av, hvussu hetta kemur at raka føroysku vinnuna, og harvið eisini í seinasta enda føroyska arbeiðstakaran.
Og hvat ætlar landsstýrið í einum langtíðarhøpi? At fáa part í teimum fýra frælsunum – sum merkir fríðan flutning av arbeiðsmegi, vørum, tænastum og kapitali. Trýr ABC-landsstýrið veruliga, at til ber at siga: Jú takk, vit vilja fegin at okkara borgarar fáa fría atgongd til at arbeiða í Evropasamveldinunum, men við samstarv meina vit bara við hvørt, altso tá tað einvegis gagnar okkum?
Í løtuni livi eg við eini ófrættakenslu av, at okkara búskapur kann fara í spønir av tilvildarligum vinnu-, arbeiðsmarknaðar- og uttanríkispolitikki, har fá samanhangandi framtíðarperspektiv hómast.