Skapið so áhugan sjálvir!

Tað er nevnt aftur og aftur í føroysku fjølmiðlunum. Tað eru ov fáir áskoðarar, sum stuðla fótbóltslandsliðnum.
Tað er eisini rætt, at áhugin fyri landsliðnum er ikki hin sami, síðan Allan Simonsen gavst sum landsliðsvenjari í 2002.
Fleiri gomul og fløvandi minnir frá landsdystum á Svangaskarði eru á heimasíðuni youtube.com. Svangaskarður er á tremur við mælskum og ídnum føroyskum áskoðarum, tá landsliðini hjá Spania, Malta, Skotlandi, Slovenia, Bosnia-Hersegovina og øðrum vitja í Føroyum.
Tú visti altíð, hvat Julian Johnsson, Todi Jónsson, Óli Johannesen, Uni Arge, Øssur Hansen, Pól Thorsteinsson, Allan Mørkøre, Kurt Mørkøre og hinir løgdu fyri dagin. Hvítu landsliðstroyggjurnar vóru gravskitnar, sum teir kastaðu seg niður í glíðandi takklinar, skump­aðu mótstøðumenninir og runnu eftir bóltinum. Hvørjaferð. Tað var skomm at hopa undan. Tú kundi grenja aftaná. Eingin helt seg aftur, tí teir høvdu fingið hol á høvdið ella bløddu í knænum. Um tað var neyðugt, so fingu teir bind um høvdið, og so út aftur á vøllin. Teir staðfestu, at ræðuskítar renna undan. Rættir menn herja á. Sama, um støðan var 0-0 ella 0-5.
Stríðsviljin fjaraði í smáum burtur, tá Henrik Larsen, og seinni Jógvan Martin Olsen, settu seg í venjarasessin.
Tað var tí ein fragd, at landsliðsleikararnir spældu aftur við fullari ferð, tá Brian Kerr tók við sum landsliðsvenjari.
Men stríðsviljan hava vit ikki sæð seinastu landsdystirnar.
Tað er ein sannroynd, at føroyingar tíma ikki til landsdyst, bara tí tað er landsdystur. Tað er ikki nóg mikið bara at síggja spælarar úr stórum evropeiskum feløgum í Føroyum longur.
Landsdystir skulu vera 90 minuttir av tjóðskaparligum stoltleika. 90 minuttir við føroyska stoltleikanum, sum vit so fegin vilja knýta at bardaga og søguni um David og Goliat. Og hóast vit ikku rukku dreyminum um stig, so vilja vit framvegis veittra við føroyska merkinum aftaná dystin og siga, at vit gjørdu okkara ítarsta.
Alt ov ofta eru landsliðsleikararnir ikki sinnaðir at stríðast. Seinastu dømini eru móti Italia og Slovenia. Tað er eingin orsøk hjá okkum at fara til landsdyst, um vit ikki fáa ein feril av tjóðskaparkenslu, men heldur eitt stórtap við vánaligum hugburði fyri pengarnar.
At vit ikki eru førir fyri at bjóða hinum av, tað er eitt. Tað vóru Todi Jónsson og hinir heldur ikki.
Men at vit ikki so frægt gera eina heiðurliga roynd at bjóða hinum av, tað er eitt annað.
Tað tími eg so ikki at gjalda fyri.
Tað eru landsliðsspælararnir, sum skulu skapa áhugan fyri landsliðnum.