B36 venjarin, Heðin Askham, staðfesti eftir dystarlok, at tað ikki hevði verið nóg gott hjá hansara monnum. Hann segði seg vera nøgdan við 1. hálvleik, meðan tað eftir steðgin als ikki var, sum tað átti at havt verið:
- Vit saknaðu Jákup á Borg. Tá ið hann er inni, spæla við 4-4-2. Í dag var Sam einsamallur á toppinum. Hann megnar sjálvur at skapa sær tveir upplagdar møguleikar, sum tíverri ikki bera mál við sær. Um teir høvdu givið mál, so hevði talan verið um heilt øðrvísi fyritreytir fyri seinna umfari, heldur B36 venjarin, sum fleiri ferðir áður hevur víst á, at teir í B36 resta mannin, sum kann skjóta mál.
B36 hevur skorað 26 mál, meðan liðini, sum teir kappast við, hava skorað væl fleiri – EB/Streymur 45, NSÍ 35, HB 47 og Víkingur 37. Eisini ÍF (28) og KÍ (27) hava skorað fleiri mál enn B36.
Ingi Højsted fór av vøllinum, tá ið tað restaði ein lítil hálvur tími. Orsøkin var tann, at miðvallarin aftur hesa ferð hevði trupulleikar við knænum.