– Skarvurin í Keypmannahavn, sum er føroyska møtistaðið og barrin eftir 48 ár, fer á ivaleyst á flog í kvøld - serliga um KÍ skorar mál.
Soleiðis sigur Edmund S. Jacobsen, sum saman við Skarv skipar fyri fótbóltskvøldi har, nú KÍ skal spæla ímóti Molde í kvøld.
Tveir stórskíggjar standa nú klárir til stóra KÍ-brakið í kvøld, har KÍ'ararnir eiga fyrimunin undan dystin 2-1 móti norsku meistarnum Molde.
Avgerandi returdysturin byrjar klokkan 19:00 danska tíð og við dyrnar klokkan 18 stendur eigarin Siri Thorsteinsson við einum durasnapsi frá Einari Waag til bæði føroyingar, norðmenn, danir og onnur.
Promotarin Edmund S. Jacobsen sigur, at vit prýða væl um við tingum frá Icefood, Føroyahúsinum og Nordatlantens Brygge, umframt norskum fløggum úr norsku sjómanskirkjuni á Amager.
– Føroyingar duga ofta illa at fylgja klokkuni, men nú er pláss nokk við tveimum stórum skermum og tey sum vilja sleppa at sita væl, muga sanniliga vera har kl. 18, tá dyrnar lata upp, sigur Edmund.
##med2##