Skattaborgarin einki at óttast

Vísandi til lesarabræv hjá Kaj Leo Johannesen skal verða sagt, at Tórshavnar kommuna hevur valt at stuðla kanningararbeiðnum um hví føroyingar velja at flyta til Danmarkar, av egnum vilja, uttan at verða trýst av nøkrum, ella at fremja ávísar hugsjónir, ella partsætlanir

Tórshavnar kommuna hevur valt at stuðla kanningini til tess at menna kommununa, ið er høvuðsstaður í landum og økið, har flestu búgva.

 

Umframt Tórshavnar kommunu hevur vinnulívið og fleiri almennir stovnar stuðlað kanningararbeiðnum.

 

Innan kanningina høvdu vit, og serliga Vinnumenningardeildin, ein varhuga av at ein álvarsligur trupulleiki í føroyska samfelagnum er tørvurin á útbúnari arbeiðsmegi, samantvunnin við einum vandamiklum undirskot av kvinnum – ja í heilatakið, at menniskjansliga tilfeingið er um at gleppa okkum av hondum.

 

Til tess at fáa staðfest henda varhuga, valdu vit at stuðla eini vísindaligari kanning, sum nú er løgd fram.

 

Tí meta vit í Tórshavnar kommunu, at kanningin er eitt gott amboð til greitt at kunna meta um støðuna, uttan partapolitisk atlit. Í hesum anda stuðla vit kanningini og í hesum sama anda valdu vit at vera við til at leggja kanningina fram.

 

Kanningin ”Hví føroyingar búseta seg í Danmark” verður ætlandi støðið undir framtíðar átøkum til tess at venda gongdini tann positiva vegin í allari kommununi, soleiðis at vit øll fáa eitt enn betri samfelag at liva í.

 

Tórshavnar kommuna hevur einki goldið til Norðuratlandsbólkin, enn minni til Tjóðveldi. Tórshavnar kommuna hevur goldið stuðulin í sambandi við kanningina til Danmarks Statistik.

 

Hátturin, sum er valdur, hevur spart okkum pengar. Tað er tí vit samstarva at náa felags málum, høvuðsstaði og landi at frama.