Í januar fekk Hvalbiar kommuna óvaliga nógvan skatt. Talan var um tilsamans 1.632.955 krónur, sum er 293.357 krónur meira enn januar í fjør. Hetta er ein vøkstur á heili 21,9 prosent.
- Vit vita ikki fyri vist, hví skattainntøkurnar vóru so stórar í januar. Men, her hevur verið nógv fiskaarbeiði á flakavirkinum, skipini hava fingið góðan prís fyri fiskin, og handverkarar hava havt óvanliga nógv arbeiði.
Borgarstjórin í Hvalbiar kommunu, Trúgvi Gudmundarson, sigur, at onkrir sjómenn, sum eru búsitandi í kommununi, men sum sigla aðrastaðni, fáa bonus útgoldið í januar.
- Men, sum sagt. Vit vita ikki nágreiniliga, hví skattainntøkurnar hjá kommununi gjørdust júst so stórar í januar í ár, sigur Trúgvi Gudmundarson, sum fegnast um hesa positivu gongd, ið er ein góð byrjan upp á árið.