Skattalættin kann føra til verkfall í vár

Skattalættin, sum nú er samtyktur, kann gera, at lønarkrøvini fara at verða størri enn tey annars høvdu verið, tá ið samráðingar um nýggjan sáttmála verða í vár, sigur formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag

Skattalætti og lønarkrøv

- Hetta er ómetaliga óheppið fyri friðin á arbeiðsmarknaðinum.
Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, stúrir fyri, at skattalættin, sum nú er samtyktur, fer at elva til trupulleikar á arbeiðsmarknaðinum, tá ið sáttmálasamráðingar verða aftur við arbeiðsgevararnar í vár.
Men verða verkfall ella aðrir trupulleikar í samráðingunum í vár, ivast hann heldur ikki í, hvør hevur skyldina.
­­- Fara trupulleikar at  stinga seg upp í samráðingunum í vár, er tað ein trupulleiki, sum politikararnir hava skapt. Sostatt mugu tey, sum hava samtykt skattalættan, eisini átaka sær skyldina, skuldi verkfall ella annar ófriður tikið seg upp í lønarsamráðingunum í vár.
Hans Joensen vísur á, at við skattalættin fær ein við háinntøku fleiri ferðir so stóran skattalætta, sum eitt tímalønt verkafólk.
- Sostatt hava landsstýrið og Løgtingið gjørt gjónna ímillum tey tímaløntu og tey vælbjargaðu í samfelagnum enn størri enn hon var frammanundan.
Og fyri tveimum árum síðani vóru arbeiðarafeløgini í drúgvum verkfalli, júst tú tey ikki vildu góðtaka, at gjógvin ímillum tey tímaløntu og tey háløntu bleiv størri.
Formaðurin í Havnar Arbeiðsmananfelag førdi ferð eftir ferð fram, at hetta var høvuðsorsøkin til verkfallið seinast og sostatt vórðu lønarkrøvini, sum tey vóru.
Tí heldur hann, at skattalættin, sum nú er samtyktur, og sum gevur einum vælbjargaðum ferðir so stóran skattalætta sum einum tímaløntum, er ómetaliga óheppin fyri friðin á arbeiðsmarknaðinum, nú beint uppundir samráðingarnar, sum verða longu síðst í apríl.
Um skattalættin fer at føra til at lønarkrøvini fara at verða hægri enn tey annars høvdu verðið, veit hann ikki.
- Eg eri ikki einsamallur um at áseta lønarkrøvini. Men eg standi fast við sjónarmiðið um, at gjógvin ímillum lágløntar og háløntar føroyingar má ikki veksa. Tí skal ongin ivi verða um, at stendur tað til mín, verða lønarkrøvini sett somikið høg, at gjógvin minkar aftur.
Men hann væntar, at arbeiðarafeløgini fara at tosa saman um støðuna í góðari tí uppundir samráðingarnar í apríl.
 
Meiri neyðugt enn nakrantíð
Annars hevur Hans Joensen ferð eftir ferð gjørt seg til talsmann fyri, at arbeiðarafeløg, arbeiðsgevarar og landsstýrið fara undir trýpartasamráðingar um lønarvøkstur og skattapolitikk fyri at linka trýstið á lønirnar.
Hann heldur, at skattalættin, sum nú er latin, vísur, at tað er tað hevur størri týdning nú enn tað nakrantíð hevur havt.
- Hetta vísur, at hvørja ferð er tað arbeiðarin, sum er við sviðusoð. Samstundis veksur gjógvin ímillum arbeiðaran og tey vælbjargaðu meiri og meiri.
- Og fáa vit ikki trýpartasamráðingar í lag um viðurskifti á arbeiðsmarknaðinum, kemur ikki broyting í, sigur hann.
Tí harmast hann um, at tað ikki er so frægt, at fakfeløgini á privata arbeiðsmarknaðinum kunnu semjast um slíkar trýpartasamráðingar.
Hann vil ikki siga tað sjálvur, men hann sipar til forkvinnuna í Havnar Arbeiðsmannafelag, sum hevur ført fram, at skattapolitikkur og lønarsamráðingar eru hvør sítt mál, sum ikki skulu blandast saman og sum tískil heldur ikki tekur undir við trýpartasamráðingum.
­- Hesuferð eru tað ikki arbeiðsgevararnir, sum hava víðkað gjónna ímillum verkafólkið og hava økt stættarmunin í Føroyum.
- Tað eru politikararnir og hetta vísur, hvussu neyðugt tað er hjá okkum at fáa politiskt forstáilsi fyri okkara støðu. Fáa vit ikki tað, eru als ongi útlit fyri at stættarmunurin í føroyum fer at minka.
Hans Joensen heldur eisini, at skattalættin vísur somuleiðis, at verkafólkið eigur ongan góðan í politikki í dag og tí eru vit so ómetaliga illa fyri. Sjálvt javnaðarflokkurin, sum er sprottin úr arbeiðararørsluni, hevur gjørt ein rossahandil fyri at sleppa í samgongu og tað er skattalættin eitt urslit av.
- Men so mikið størrri týdning hevur tað, at vit fáa viðurskiftini í rættlag við trýpartasamráðingarnar, tí tá ið vit ikki hava nakran sum røkir okkara áhugamál politiskt, mugu vit gera tað sjálvi.