Skattalættin var prísurin fyri eina munandi hækking í pensjónunum

Tað harmar løgmann, at fakfeløg bara hugsa um, hvussu lítið tey fáa burturúr skattalættanum. Tey áttu eisini at hugsa um, at um trý ár er pensjónin hækkað upp í 10.000 krónur um mánaðin

Skattlætti og eftirløn

 
­- Trøðini veksa ikki inn í himmalin og hetta var pisurin.
Jóannes Eidesgaard, løgmaður og formaður í javnaðarflokkinum, viðgongur, at skattalættin, sum júst er samtyktur, smakkar ikki væl.
Men hann heldur kortini, at atfinningarnar ímóti honum eru alt ov einoygdar.
Tí afturfyri skattalættan, fáa bæði verkafólk og øll onnur, stórar ábøtur í pensjónunum.
­- Og tað harmar meg, at Arbeiðarafeløgini bara síggja, hvussu lítið teirra limir fáa burturúr skattalættanum. Tey áttu eisini at sæð, hvussu nógv verkafólk nú fer at fáa afturat í eftirlønum, heldur løgmaður.
Tí er hann ikki heilt samdur við arbeiðarafeløgunum, tá ið tey høgga eftir javnaðarflokkinum fyri at hava góðtikið ein skattalætta, sum bara lívgar tey vælbjargaðu ímeðan verkafólkið at kalla onki fær burturur.
Í Sosialinum mikudagin funnust bæði formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag og forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag harðliga at skattaættanum og at javnaðarflokkinum og hvørgin teirra skilti, hvussu javnaðarflokkurin kundi ganga við til ein so órættvísan skattalætta. HavnarArbeiðsmannafelag metti eisini, at skattalættin var ómetaliga óheppin fyri friðin á arbeiðsmarknaðinum, tá ið hugsað verður um, at lønarsamráðingar skulu vera í vár.
Jóannes Eidesgaard minnir á, at javnaðarflokkurin er í samstarvi við tveir borgarligar flokkar og tí er førdi politikkurin ein neyðsemja ímillum teir tríggjar flokkarnar.
- Soleiðis er politisk veruleikin og tað noyðast vit at rætta okkum eftir.
Annars veit løgmaður ikki um hesin skattalættin er so nógv øðrvísi enn aðrir skattalættar, sum eru lætnir.
- Men eg skal viðganga, at ráddi javnaðarflokkurin einsamallur fyri, hvussu skattalættin skuldi vera hevði hann sæð øðrvísi út.
Annars heldur Jóannes Eidesgaard, at skattlættin er ikki so heilt burturvið, sum hann verður gjørdur til.
­- Hann tekur hámarksskattin á miðalinntøkunum burtur og tað er í hesum lønarbólki, at nógv størsta fjøldin av fólki er.
Men tá ið vit hava eina progressiva skattaskipan, raka skattalættin altíð uppeftir, tí verða mørk flutt í neðra, verða tey eisini flutt longri uppi.
­- Bara at hgsa um lønarbólkin uppá 170.000 krónur um árið og tey, sum forvinna 500.000 krónur um árið er eitt ómetaliga langt lop. Har ímillum eru nógvir lønarbólkar, sum fáa heilt fitt burturúr skattalættanum.
 
Annars heldur løgmaður, at umframt at lækka skattin, soleiðis sum hann nú er lækkaður, hevur samgongan eisini avtalað at hækka eftirlønirnar munandi. Og hann heldur, at arbeiðarafeløgini átti eisini at hugsa um tað, tí tað er eitt risa frambrot í teirra viðurskiftum, tí hetta er nakað, tey hava sóknast eftir í nógv ár.
- Men tað er kanska okkara egna mistak, tí vit hava kanska ikki dugað so væl at upplýst um, at tey komandi árini fara eftirlønirnar at hækka munandi
tað skal gerast við at hækka útgjaldið úr samhaldsfasta og við at hækka pensjónirnar.
­- Tað er onki yvir at dylja at júst hesi viðurskifti eru hjartamál hjá javnaðarflokkinum, sum vit altso hava avtalað at lyfta upp á eitt heilt annað støðið í hesum valskeiðnum.
- Tá ið fleiri flokkar skulu samstarva, mugu neyðloysinr til. Og í hesum føri er støðan tann, at varð skattalækkingin ikki framd, fingu vit heldur ikki hækka pensjónirnar. Og fekst ikki ein avtala í amgonguni um at hækka pensjónirnar, hevði heldur ongin skattalætti verið, so einføld er støðan í veruleikanum, sigur løgmaður.
Og hann dylir heldur ikki fyri, at hóast javnaðarflokkurin onki hevur ímóti skattalætta sum so, heldur hann at vinningurin hjá javnaðarflokkinum í hesum føri liggur í, at tað eydnast at lyfta pensjónirnar upp.
- Og hyggja vit eftir samhaldsfasta, eigur hann ikki so nógvar vinir í politikki, tí hann er bara einaferð áður hækkaður og tað var eisini við javnaðarflokkinum í samgongu fyri einum 10-11 árum síðani.
- Men forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag hevur sjálv sitið á tingi, so hon veit, at politisk telving skal  til fyri at fáa alt at ganga upp og afturfyri at fáa pensjónirnar upp, mátti vit ganga hinum flokkunum á møti við at lækka skattin, soleiðis sum tað nú er gjørt. tey bæði viurskiftini hanga óloysiliga saman hjá okkum, sigur løgmaður.
Annars vónar hann ikki, at skattalættin fer at føra til órógva á arbeiðsmarknaðinum, soleiðis sum formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag stúrir fyri.
­- Tað vóni eg sanniliga ikki, tí okkara royndir av ófriði á arbeiðsmarknaðinum er tær, at har eru  bara taparar.    
Sí eisini greinina ?Pensjónin hækkar upp í næstan 10.000 krónur? aðrastaðni í blaðnum.
 
 
 
 
Varð ongin skattalætti, varð heldur ongin hækking í pensjónini. og varð ongin hækking í pensjónini, varð heldur ongin skattalætti. So einfalt setir løgmaður støðuna upp ogh ann heldur at tað er skeivt, bara at finnast at skattalættanum uttan eisini at fegnast um, at pensjónirnar hækka munandi