Skattamálið: Spekt ávaraði longu í 2014

Skjøl, sum Sosialurin hevur fingið innlit í vísa, at granskoðanin longu í 2013 og 2014 talaði ímóti, at draga tær 90 milliónirnar frá í skatti.

 

Skjøl, sum Sosialurin hevur fingið innlit í vísa, at granskoðanin longu í 2013 og 2014 talaði ímóti, at draga tær 90 milliónirnar frá í skatti.

 

Longu í 2013 gjørdu KPMG Eik Banka varug við, at ivamál vóru um, hvørt bankin hevur rætt til hasar 90 milliónirnar ella ikki.

Fundarfrásagnir, sum Sosialurin hevur fingið hendur á vísa, at grannskoðarar ávara longu tann 13. Mars 2013 um, at tað ikki er lógligt sambært danska skattavaldinum at draga 90 milliónir frá.

 

19. mars 2014 kemur SPEKT við sínum skrivliga tilmæli, sum verður sent til nevndarformannin í Eik Banka.

 

Har verður millum annað ført fram, at:

 

1 – Grannskoðanin metir, at bankin neyvan hevur rætt til at draga 90 milliónirnar frá sum skattafrádrátt og,

 

2 – Grannskoðanin metir, at tað neyvan kann vera talan um goodwill hjá nýggja bankanum, tí yvirtøkan ikki er framd millum tveir sjálvstøðuguar partar.

 

 

 

Also sambært skjølunum hava grannskoðarar bankans tala ímóti ætlanini hjá leiðsluni at draga hasar 90 milliónirnar frá í skatti hjá nýggja bankanum longu í 2013 og skrivliga í 2014.