Bárður Nielsen, landstýrismaður
Samgongan setti sær sum mál at føra ein aktivan skattapolitikk, ið skuldi virka arbeiðs- og búskaparliga vakstrarfremjandi og mett var, at hetta var alneyðugt fyri framhaldandi búskaparvøkstri og fyri at varðveita eitt høgt alment tænastustøði.
Nú vit eru farin inn í seinnu hálvu av valskeiðnum,og næsta stigi í skattaumleggingini er komið at virka, byrja úrslitini at síggjast. Skattaútrokningarnar yvir ymsu lønarbólkarnar vísa, at beinleiðis skatturin hjá øllum fakbólkum er lækkaður, og at lækkingin er rímiliga jøvn millum fakbólkarnar.
GRAFURIN SETAST HER
Myndin omanfyri prógvar heilt greitt, at hóast skattalættar hava verið givnir mestsum á hvørjum ári síðani kreppuna fyrst í 90-inum, er skattatrýstið á flestu lønarbólkarnar ikki lækkað merkisvert. Grundin til hetta er ein afturúrsigldur skattastigi, ið hevur viðført, at stóru lønarhækkingarnar í samfelagnum eru uppetnar í skatti.
Skattanýskipan
Landsskatturin er uppbygdur annaleiðis enn kummunuskatturin, ið er ein proportionalur skattur við einum botnfrádrátti, meðan landsskatturin er ein progressivur skattur, ið merkir, at skattasatsurin av síðst vunnu krónu hækkar alt eftir hvat ein hevur í inntøku.
Orsøkin til at mett var neyðugt at fáa eina nýskipan av progressiva skattastiganum er, at vit t.d. í 1984 kundu forvinna 2 ferðir eina arbeiðsmannaløn, áðrenn vit skuldu gjalda topskatt, meðan vit í 2003 einans kundu forvinna 80% av eini arbeisðsmannaløn.
Við teimum broytingum ið higartil eru framdar, sleppur ein arbeiðsmannaløn fyri fyrstu ferð í mong ár undan at gjalda toppskatt. Tað er ikki annað enn rætt og rímuligt eftir mínum tykki.
Málið er framhaldandi at gera skattaskipanina meira búskaparliga vakstrarfremjandi, og skal hetta gerast við at eisini miðalinntøkur skulu sleppa undan at gjalda topskatt.