Skattavaldið eftir donskum fótbólti

Danska skattavaldið er av álvara farið í herna móti illgrunanum, sum leingi hevur verið vendir móti danska fótbóltsheiminum.
Higartil eru 12 feløg løgd undir sjóneykuna, og sambært donskum miðlum eru skeivleikar at finna í roknskapinum hjá øllum hesum feløgum.
Fýra superligufeløg eru higartil kannað, og øll hesi fáa nú ætlanarskriv við skattligum broytingum. Millum feløgini, sum eru kannað, er AaB, har Jón Rói Jacobsen og Súni Olsen spæla.
Umboð fyri danska skattavaldið sigur við DR, at tey fyribils hava lagt ætlanir um at gera eftirlit hjá 36 feløgum.