Skattlætti og skynsamari fíggjarstýring

Tað gongur væl í Tórshavnar kommunu, men nú er stundin komin til skattalætta og neyvari búskapar- og fíggjarstýring. Góða gongdin skal halda fram við einum tryggum fíggjarpolitikki sum grundvølli undir høvuðsstaðnum

 

Tað er ein sannroynd, at tað gongur væl í okkara stórbæra og livandi høvuðsstaði. Tað ber til at siga, at trygd og trivnaður eru í hásæti, júst soleiðis sum vit settu tað út í kortið fyri fýra árum síðani.

 

Eg haldi, at nú er stundin komin at veita okkara borgarum skattalætta – møguliga eini 2-4 prosent, sum høvdu munað væl í pengapunginum hjá tí einstaka. Samstundis skal eg skunda mær at siga, at skattalætti krevur eina skynsamari búskapar- og fíggarstýring, og eg skal vera fyrstur at ásanna, at fleiri mál í farandi valskeiði hava verið fíggjarliga ov illa handfarin.

 

Ein orsøk kann vera, at vit hava viljað nógv í senn á trivnaðarkósini, og alt gott um tað, tí tað er okkara aðalmál.

 

Eitt høvuðsmál komandi fýra árini eigur tó at vera, at vit eftirkanna búskapar- og fíggjarstýringina í kommununi, soleiðis at vit fáa meira fyri minni, og at kommunan í størri mun kann leggja pengar til viks til eitt nú verri tíðir. Tað er ábyrgdarfullur politikkur, sum samstundis er í tráð við aðalmálið um áhaldandi at veita borgarunum í høvuðsstaðnum trygd og trivnað.

 

Síðani 2002 eru skattainntøkurnar hækkaðar úr 428 milliónum krónum upp í 848 milliónir krónur. Tað er umleið ein tvífalding eftir 14 árum, og tað sigur mær so mikið, at tað eigur at bera til at endurskoða búskapar- og fíggjarstýringina við atliti at einum skattalætta komandi fýra árini.

 

Íløgurnar eru eisini hækkaðar úr 88 millónum krónum upp í 330 milliónir krónur í sama tíðarskeiði. Høvuðsstaðurin er væl útbygdur, og tað eiga vit øll at gleðast um, men tað ber til at endurskoða íløguhugin hjá kommununi – serstakliga við atliti at marknaðarstøðuni og tí nógva virksemi, sum longu er í gongd.

 

Tórshavnar kommuna hevur hópin av dugnaligum starvsfólkum í starvi, sum hvønn einasta dag gera eitt stórt arbeiði fyri at hava eitt høgt tænastustøði í høvuðsstaðnum. Við góðari hjálp frá okkara starvsfólkahópi kunnu vit politikarar lyfta okkum upp í tyrluni fyri at fáa eitt betri yvirlit yvir búskapar- og fíggjarstýringina.

 

Bogi Andreasen, býráðslimur

Fólkaflokkurin