Skeið undir heitinum "Each One Reach One - Each One Teach One " verður í Zarepta vikuskiftið Kristi himmalferðardag. Endamálið við skeiðnum er at eggja og búgva út trúgvandi til persónliga evangelisering og til at taka sær av nýfrelstum og læra tey - ein og ein.
Undirvísarar verða Thom Cunningham, trúboðari í NTM og kona hansara Carolyn. Tey hava hildið hetta skeiðið í nógvum londum við góðum úrslitum. Thom Cunningham brennir fyri at eggja øðrum trúgvandi til persónliga evangelisering, og hetta endurspeglast í undirvísingini, sum verður sera viðkomandi, spennandi og løtt at fylgja.
Skeiðið vendir sær sostatt til teirra, sum fegin vilja luta gleðiboðskapin í dagliga lívi og virki sínum. Skeiðið bæði eggjar til og vísir á, hvussu hetta kann gerast
Undirvísararnir eru trúboðarar í New Tribes Mission. Tey hava drúgvar royndir sum trúboðar¬ar m.a. í Eysturríki, Onglandi, Skotlandi og USA.
Umframt at kunna um tørvin ímillum ónádd fólkasløg, so er hjartamál teirra at eggja øðrum trúgvandi at evangelisera í nærumhvørvinum - ein vinnur ein - ein lærir ein - .
Skeiðið byrjar mikukvøldið 20. mai kl. 18.00 við nátturða og endar við døgverða sunnudagin 24. mai. Undirvísingin verður á enskum. Aldursmark 18 ár og eldri. Kostnaður 650 krónur fyri hvønn. Tilmelding á telefon 32 19 19 eftir arbeiðstíð ella send teldupost til: [email protected]