KT vinnan er fyri øgiligari menning og innan hesa vinnu síggjast alt fleiri virki og fyritøkur av ymsum slag.
Handilin Mega í Miðbýnum í Havn hevur fingist við at selja teldur og telduútgerð. Nú hevur fyritøkan tikið eitt náttúrligt stig afturat og er farin undir skeiðvirksemi, har fólk kunnu læra at nýta teldurnar.
Mark Joensen frá Mega sigur, at hetta við skeiðvirksemi ikki er nýtt fyri teimum. Men áður hava teir leigað seg inn í skúlar og aðrastaðni og ymsir vansar hava verið við hesum. Tí hava teir nú stovnað KT-Centrum, ið stendur fyri skeiðvirkseminum.
Mark Joensen sigur, at fleiri fyrispurningar hava verið um skeið frá bæði privatfólki og stovnum og fyritøkum.
Tendra og sløkk skeið
Tí fóru teir undir KT-Centrum. Møguleiki er at taka teldu koyrikort, internetskeið og sonevnd temdra og sløkk skeið til nýbyrjarar, men eisini eru skeið fyri royndar teldunýtarar.
Skeiðini eru ætlað til bæði fyritøkur, privatpersónar og familjur.
útgerðin er góð í sera hugnaligu høkunum. Hewlett Packard útgerð í 1. flokki og 19 tumma teldurútar onframt uppvørpu og sooround sond. 10 pláss eru og tað verður mett at vera hóskandi.
Internet sambandið koyrir sera skjótt og sum heild manglar einki, tá tað ræður um tøkni í nýggju hølunum hjá KT-Centrum.
Marglati
Og fyri veruliga at seta prikin yvir i?ið, so er avtala gjørd við matstovuna Rio Bravo, ið er nærhendis. Skeiðluttakarar kunnu so strekkja beinini og spáka oman at fáa sær ein bita í marsteðginum. Ætlanir eru eisini um skeiðpakkar til familjur, sonevndir vikuskiftispakkar, har gist verður á gistingarhúsi. Hetta er tó ikki komið í rættlag enn.
KT-Centrum byrjar í dag og hóast talan er um eina MEGA stóra íløgu, sum stigtakararnir skemtandi taka til, so eru vónirnar góðar, tí fólk hava longu víst áhuga.h;is reytt)
Máltindurin
Signar Johannesen AB 11
Kristoffur Vidtfeldt B71 11
Oddbjørn Joensen AB 9
Pauli Hansen Skáli 9
Egill Steintórsson VB 9
Aksel Højgaard B68 8
Kaj Roest TB 8
Jákup Olsen B68 6
Kári í Láabø VB 6
Svend Poulsen AB 6
Regin Arge B36 5
Hallur Christiansen TB 5
Eyðun Svalbard TB 5