Finnur Helmsdal
Havi ikki tosað við nakran av pørtunum, og eingin teirra hevur tosað við meg. Havi hetta bert frá tíðindum í Útvarpinum. Og snýr tað seg um, hvør fær skeinkiloyvi í miðbýnum í Havn., einki, hálvt ella heilt. Varð so fyltur innan av tonkum og spurningum, sum allir súsaðu aftur og fram og upp og niður. Hesir tankar mugu út, og spurningarnir mugu fáa svar. Soleiðis er tað bara.
Útvarpið hevur áður havt tíðindi um Kheops og royndirnar hjá eigaranum at fáa skeinkiloyvi, men til fánýtis. Og nú frætta vit so, at loyvisnevndin bert játta honum hálvt skeinkiloyvi. Einasta orsøk tykist vera, at matstovan liggur í gongugøtu.
Fyri stuttari tíð síðan gingu tíðindi um, at ein av háborgunum hjá heimamissiónini, Sjómansheimið, varð selt tryggingini. Og mín sann, um ikki sama loyvisnevnd upp á rekordtíð, ja, við einum fingrabresti og vupsi, hevur játtað Hotel Tórshavn, sum heimið nú eitur, fult skeinkiloyvi. Vit fingu ongar grundgevingar fyri hesum. Eitt vita í hvussu øll, sum búgva ella vanliga eru í Havn, at miðbýurin allur sum hann er, er ein gongugøta. Og liggur Hotel Tórshavn tí eisini, har hópur av fólki gongur. So hví Hotel Tórshavn skal fáa heilt, meðan Kheops bert kann fáa hálvt skeinkiloyvi, ja, tað vil eg hava eitt skikkað svar uppá. Hetta sum ein, ið hevur búð í Havn í góð 53 ár.
Tankarnir og spurningar sum rasa innan í mær í hesum sambandi, teir eru m.a.:
snýr jattan til skeinkiloyvi seg eisini um átrúnaðarligar losjufelagsskapir?
snýr játtan til skeinkiloyvi seg eisini um heldur at verja ávísar íløgur enn aðrar?
Snýr játtan til skeinkiloyvi seg eisini um matstovan er granni hjá samkomu ella ikki?
Nú er tað soleiðis, at stjórin á tryggingini og formaðurin í loyvisnevndini eru í somu samkomu. Tryggingin hevur gjørt nógvar íløgur seinastu árini, tað er helst umráðandi at ein íløga sum tann, teir hava gjørt í Hotel Tórshavn, fer at bera seg. Og so liggur matsovan Kheops beint yvir av Ebenezer.
Eg veit ikki, hvat eg skal trúgva, men eg vóni inniliga, at formaðurin í loyvisnevndini, á hesum síðunum, kann geva mær og øllum øðrum havnaborgarum eina borðbæra frágreiðing um, hví Hotel Tórshavn fær fult skeinkiloyvi, og hví Kheops ikki fær meira enn hálvt. Tað vóni eg sanniliga, og hatta tvætlið um gongugøtuna kann sami formaður gott gloyma. Sig okkum opið og ærliga, hvør orsøkin er, soleiðis at havnaborgarar kunnu hava álit á, at umsitingin av skeinkiloyvum ikki er tann beri tann beri vina- og kenningapolitikkur, at sama umsiting ikki er í skrásettum parlagi við losjubrøðrum og skutilsveinum hjá stórkapiltalinum.
Hoyrdi annars samrøðu við ungan mann í Útvarpinum hósmorgunin. Hesin varð settur at stjórna matstovu og ítróttarcafé í Bowlinghøllini. Ljóðaði sum eit spennandi átak. Nú spurdi útvarpsmaðurin um skeinkiloyvi. Tað høvdu teir ikki fingið enn, men ungi maðurin sá tað bara sum ein formalitet at fáa fult skeinkiloyvi. Ergo, nøkur skulu, ja, pínast og plágast og, av óskiljandi orsøkum, ikki fáa tað, sum er ein formalitetur at fáa hjá ávísum. Eg spyrji bara.
P.s.: Og annars hvørki skilji ella dugi eg at síggja nakra sum helst meining í, at ein kantina hjá Tórshavnar kommunu, nú skal nýtast og misnýtast í, longu rættiliga strongdu, kappingini á matstovuøkinum. Tórshavnar kommuna skal ikki minka útreiðslurnar til innrætning av einari kantinu, við at elva til kappingaravlaging á einum øki, sum annars ger Havnina til ein enn meira attraktivan høvuðsstað.