leikaraprát
Glasgow: Jákup á Borg hevði uttan iva besta møguleikan at geva skotum ein ordans skelk, tá hann tíðliga í dystinum kom at standa væl fyri. Skotið megnaði skotski málverjin tíverri at beina bóltin útaftur, og eftir dystin kundi Jákup so bara iðra seg um hetta.
- Hann lág til vinstra beinið, og tað skal man helst ikki brúka til nógv annað enn at standa á. Nú veit eg ikki akkurát, hvussu fríur eg var, men Henrik helt eftir dystin, at eg hevði havt tíð at lagt hann yvir á høgra beinið, so tað var óluksáligt. Men tað gerst so ikki við.
- Tað, sum eg serliga iðri meg um, er tó at ikki fekk returbóltin. Tá rakti eg als ikki bóltin, sjálvt um hann lág til høgra, og tað var næstan verri.
Men hvussu var og ikki, so er Jákup framvegis maðurin, sum leggur upp til føroysku málini. Hesa ferð eftir horna, og tað fegnaðist hann eisini um.
- Julian gav mær í øllum førum eina vón, tá hann skoraði. Hann kom eisini beina leið yvir at siga, at tað var akkurát soleiðis, hann skuldi liggja, so tað var bara gott.
- Hatta var nakað, sum vit høvdu vant, men eg haldi nú eisini, at málverjin skuldi havt hann, men tað var ótrúliga gott skallað av Julian.