Vit undirritaðu, heita við hesum á Føroya løgting um ikki at leggja part av ÚSUN um til lán. Antin lesa ella hava vit øll lisið uttan fyri Norðurlond. Broytingin ger ikki, at tað er meira sannlíkt, at fólk sum vit koma heim aftur. Tvørturímóti virkar hon styggjandi, og rekur okkum heldur móti Danmark enn Føroyum.
Tað siga lesandi føroyingar uttanlands í opnum brævið til løgingið. Teir vísa á, hvussu skeivt uppskotið hjá landsstýrinum rakar og heita tí inniliga heita á Føroya løgting, um ikki at fremja hesar illa umhugsaðu broytingarnar.
Tær fáa okkum ikki heim. Tær gera hinvegin, at føroyingar í størri mun heldur útbúgva seg í einum pinkalítlum landi við fáum lestrarstøðum Danmark. Og so missa vit tað fjølbroytni í førleikum, sum føroyska samfelagið seinastu tíðina hevur fingið. Vit missa tað fjølbroytni og sambond, sum annars áttu at verið so avgerandi fyri eina lítla tjóð sum okkara. At lesa er ikki bara ein útbúgving, tað er eisini íblástur, ymisk sjónarhorn og netverk. Fara vit bara til Danmarkar, verða hesi meira avmarkaði.
Ætlaðu broytingarnar senda skeivan boðskap til føroysk lesandi. Serliga tá vit frammanundan vita, at sum er, er tað er so at siga einki, vit sum lesandi kosta landinum. Danmark rindar næstan alt, og tilboðini í Føroyum eru kortini vánaligari. Vilja tit lokka okkum heim, skulu tit heldur betra um tilboðini, betra um umhvørvið og halda samband við okkum meðan vit lesa. Tí koma vit heimaftur til Føroyar at búgva og virka, fáa tit íløguna í okkum fleirfalt aftur.
Til ber at lesa mótmælisskrivið VIÐ AT TRÝSTA HER