Tað tykist greitt, at ES fer at játta Grikkalandi ein bjargingarpakka, so landið ikki kemur í gjaldssteðg, tí tað kann fáa álvarssamar avleiðingar fyri evruna. Evran er gjaldoyra í Grikkalandi, men sambært týska kanslaranum, Angelu Merkel, var tað eitt mistak, at hnii londini lótu Grikkaland komas upp í evrusamstarvið.
-Fyri tíggju árum síðani skuldu vit taka støðu til, um Grikkaland skuldi sleppa upp í avrusamstarvið. Tað, sum nú er hent, vísir, at vit hugsaðu okkum ikki nóg væl um, áðrenn vit søgdu ja, sigur týski kanslarin við The Guardian.
Angela Merkel hevur kortini sagt, at Týskland fer at átaka sær sín part av hjálpini til Grikkalands.