Skemt er eitt stempul tú setur á teg sjálvan

Tað sigur Jákup Veyhe, ein av okkara allarfremstu skemtarum, ið hevur eina 28 ára langa karrieru sum sjónleikari og skemtari aftan fyri seg. Hann hevur júst handað Johan Dahl, vinnumálaráðharra, eitt álit um føroyska filmsgerð og hevur eitt mál um, at vit um tíggju ár hava 50 heiltíðarstørv í filmsvinnuni og at ein fulltíðar føroyskur spælifilmur verður gjørdur um árið

Tað var í 1985, at Jákup Veyhe á fyrsta sinni stóð á palli framman fyri áskoðarum og áhoyrarum.
- Tað var suðuri á Sandi, at tey settu »Hjá Dalabøndrum« upp. Tað var mamma at Finnur Olsen, Paula, ið skipaði fyri, og tann vegin kom eg so við í leikin, sigur Jákup Veyhe.
Hann hevði síðani havt leiklutir í ymsum sjónleikum, eitt nú í »Glætaðu spælimonnunum« og »Oliver Twist«, men rásin inn á ta skemtileið, sum síðani hevur gjørt hann kendan um alt landið, byrjaði í 1987, tá hann á fyrsta sinni var við í ólavsøkukabarettini.
- Eg var so við í ólavsøkukabarettunum og øðrum kabarettum frá 87 til 94 hvørt ár, og ja, eisini síðani - antin aftanfyri ella á palli., sigur Jákup Veyhe.
Og tað var í góðu kabarettárunum, at samstarvið við Sjúrð Skaale byrjaði.
- Vit gjørdu eina avtalu við Árna Gregersen, táverandi sjónvarpsstjóra, um eina sjónvarpssending. Tað vóru Jensina Olsen, Páll Danielsen, Sjúrður Skaale og eg, sum gjørdu sendingina, ið nevndist »Flatt av Flatlondum«. Tað var Hans Petur Hansen, ið tók upp, og tann nú víðagitni Per Zachariassen, ið klipti sendingina til, sigur Jákup Veyhe.
Tað var í hesari sendingini, at fólkakæri »evigheits studenturin«, Esmar Eysturoy, á fyrsta sinni sá dagsins ljós.
- Eg hevði keypt einar brillur í Odense, og tær hava síðani bara itið Esmar-brillur. Líkamikið, Sjúrður fór í tær og ein bláan regnjakka, og hann spældi jú leiklutin so avbera væl, men fyri okkum var hetta bara ein sketsj av mongum. Tað skuldi kortini vísa seg, at tað var júst hesin leikluturin, fólk tosaðu um, sigur Jákup Veyhe.

Pipar & Salt
Í 1993 var so aftur ein sendirøð gjørd, men nú hevði sendingin fingið heitið »Pipar & Salt«.
- Sendingin var í trimum pørtum, og sum tað hevur víst seg, var fyrsti parturin móttikin so sum so millum fólk. Men tað gekk betur við næstu og triðju pørtunum, sigur Jákup Veyhe.
Aftur í 1995 vóru gjørdir tríggir partar, og har hevði greipan stóra sukksé við sanginum, »Eg havi tað strævi«.
Í 1997 vóru teir aftur á skránni við seks sendingum, umframt at teir høvdu sýningar á palli runt umkring.
- Tað bleiv bygt upp á væl umtókta Esmar Eysturoy, og hann fekk náttúrliga eina mammu. Men leikluturin sum Esmar Eysturoy hevur onkuntíð hingið Sjúrði Skaale langt út úr hálsinum, tó, tá ein tíð so er farin, er hann kortini glaður um hann, sigur Jákup Veyhe.
Pipar & Salt konseptið er nakað, sum føroyingar hava tikið til sín.
Í november 2002 framdu teir báðir, Sjúrður Skaale og Jákup Veyhe, eina roynd.
- Vit fóru vestur til Bíggjar við púra tómum høvdi at vita, hvat kundi koma burtur úr. Teldur at redigera á var rættiliga nýtt tá, so tað kundu vit spæla okkum við, sigur Jákup Veyhe.
Og væl kom burtur úr hesari royndini, tí har vesturi skaptist »Skótin í Bø«, »Ábal« og ikki minst sangurin, »Hvat er lívið ikki herligt at liva«.
- Tann sendingin varð so send nýggjársaftan 2002, sigur Jákup Veyhe.

Við á Norðoyastevnu
Fyri fimm árum síðani tók Jákup Veyhe so upp ein annan tátt.
- Í 2009 var eg við fyri fyrstu ferð at seta Hallarkabarettina á Norðoyastevnu upp. Og eg havi verið við líka síðani. Tað hevur verið eitt sindur aftur og fram, hvør hevur verið við hesi árini, men seinastu tríggjar ferðir hevur Hilmar Jan Hansen verið fastur fúsur, sigur Jákup Veyhe.
Sjúrður Skaale hevur eisini verið við nakrar ferðir, og var aftur við í ár.
- Norðoyastevnukabarettin hevur ment seg øll árini, og í ár má sigast, at tað var eitt sats frá felagsins síðu, at fáa Jacob Haugaard við. Men eg haldi, at tað riggaði væl. Vit kýttu okkum eyka nógv fyri at vísa honum, at vit sanniliga eisini duga, sigur Jákup Veyhe.
Fleiri kend nøvn vóru á plakatini, og sýningin var framførd fimm ferðir fyri fullum húsum.
Øll hesi fimm árini hevur Jákup Veyhe leiktjórnað Norðoyastevnukabarettini.
- Tað er ikki tað sama at leikstjórna einari kabarett, sum tað er at leikstjórna einum sjónleiki, tí ein kabarett livir sítt egna lív, sigur Jákup Veyhe.
Umframt lokalu kreftirnar høvdu klaksvíkingar leitað sær stuðul frá fyrst og fremst Jacob Haugaard, men bæði Sjúrður Skaale, Hilmar Jan Hansen og Jákup Veyhe sjálvur vóru við, og hartil eisini Mariann Hansen. So talan var um góða manning.
- Norðoyastevnukabarettin hevur sum nevnt ment seg øll árini, og tað sama er eisini galdandi fyri áskoðararnar, ið eisini hava verið fleiri og fleiri, sigur Jákup Veyhe.

Klippfisk og Agurk
Í 2004 undirvísti Jákup Veyhe á Margarinefabrikkini í filming og redigering. Men tað var lítið til av útgerð, so hann setti seg í samband við Kvøldskúlan, Tekniska skúla og Studentarskúlan. Og saman við Sjónvarpinum fingu tey gjørt Klippfisk - eina filmsverkstovu sum hon er í dag.
- Á tann hátt fingu vit neyðugu útgerðina., sigur Jákup Veyhe.
Sjónvarpið var sum sagt við, og Mikkjal Helmsdal var stjóri tá. Hann gavst sum stjóri um tað mundið, og tað seinasta hann gjørdi sama dag sum hann gavst, var at seta sendingina, »Agurk«, á skrá, sigur Jákup Veyhe.
Agurk var sending, har fólk kundu senda sínar egnu filmsupptøkur inn, har hesar so vórðu vístar í sjónvarpinum. Tað vóru næstan bara ung fólk, ið sendu filmar inn. Og fleiri av filmunum handlaðu um dreingir við revolvarum sum jagstraðu aðrar dreingir. - Ikki var góðskan serliga góð - men tað er óiva stuttligt at síggja afturá kortini.
- Vit sóu tó skjótt, at skuldi Klippfisk fáast at virka, máttu vit seta fólk at hava dagligu leiðsluna. Tað fungeraði at byrja við á tann hátt, at vit høvdu lyklar til hølini, og tað merkti, at fólk komu allar tíðir av døgninum, og so máttu vit oman at lata teimum upp, sigur Jákup Veyhe.
Teir spurdu seg so fyri ymsastaðni um stuðul, at reka Klippfisk fyri. Millum annað í Mentamálaráðnum, men har bar einki til.
- Vit gjørdu so tað, at vit skrivaðu býráðnum eitt bræv, og tað vísti seg, at teir vóru til reiðar at lata okkum stuðul, so vit kundu seta fólk burtur av at taka sær av Klippfisk, sigur Jákup Veyhe.
Hann heldur, at tað var sera væl gjørt av kommununi, soleiðis at hava stuðlað Klippfisk øll hesi árini.
- Klippfisk hevur avgjørt havt sín týdning, tí tað er nógv hent innan filmsøkið hesi seinastu tíggju árini, frá tí, at fólk kundu senda filmar inn til »Agurk« og so fram til dagin í dag, sigur Jákup Veyhe.

Filmsgerð sum vinnugrein
Tað finnast hópurin av føroyingum, sum eru útbúnir ella undir útbúgving innan film og filmsgerð.
- Tá tú hevur eina útbugving er tað rættiliga upplagt, at tú arbeiðir innan tað økið, ið tú ert utbúgvin í, og at fáa løn fyri tað. Men vit hava sum er onga reiðiliga vinnu innan filmsgerð í Føroyum, sigur Jákup Veyhe.
Hann heldur, at vit sakna ein politikk á økinum.
- Politikarar síggja filmar sum øll onnur, men teir skilja ikki tær mekanismurnar, ið skulu til, fyri at gera ein film, sigur Jákup Veyhe.
Hann vísir á, at filmur og filmsgerð eru bæði mentan og vinna, og tað er kanska lættari at fáa ljóð fyri vinnuliga partinum.
- Eg vil siga, at vil tú nakað, so ger tú tað. Vilja vit t.d. eitt berghol - ja, so kemur tað. Tí haldi eg, at um vit vilja hava ein føroyskan spælifilm árliga, so fáa vit tað. Eg vænti heilt víst, at vit fara at síggja virðið í tí. Tað hevði havt nógv at sagt, um vit høvdu eitt føroyskt Matador, ein føroyskan Olsen banda ella ein føroyskan Lars von Trier við sínum verkum at víst á. Tað hevði havt nógv at sagt fyri okkara sjálvsfatan, sigur Jákup brosandi.

Trý tilmæli.

- Nevndin í Klippfisk hevur í vikuni latið eitt álit til landsstýrismannin í vinnumálum, har vit koma við trimum tilmælum. Eitt er ein afturbering av peningi, ið útlendsk framleiðslufeløg brúka í sambandi við filmsgerð í Føroyum, og tað er nakað, vit kenna aftur frá londunum uttan um okkum. Tað næsta er ein filmsgrunnur, sum helst er tað mest týdningarmikla tilmælið, og so at enda skjóta vit upp, at skipað verður fyri einum filmstiltaki á altjóða støði einaferð um árið í Føroyum, antin einum filmsfestivali ella eitt skeið, sigur Jákup Veyhe.

50 ársverk
Hann heldur sum nevnt, at filmsgrunnurin er týdningarmiklasta tilmælið hjá teimum.
- Tað er ein mangul upp á framleiðslufeløg í Føroyum, og tað er eitt greitt tekin um, at tað ikki lønar seg at framleiða film í Føroyum, sigur Jákup Veyhe.
Og har nyttar einki at venda sær til Danmarkar eftir stuðli. Mentan er yvirtikið málsøki, so haðani fæst ikki eitt oyra.
- Dansk Filmsinstitut fær omanfyri 500 milliónir krónur um árið harav 350 milliónir verða nýttar at stuðla filmsverkætlanum.
Sjálvir hava Jákup Veyhe, Mikkjal Helmsdal og Jan Berg Jørgensen skotið upp, at goldnar verða 1,5 milliónir krónur í grunnin fyrsta árið, og at grunnurin síðani skal vaksa við 500.000 krónum um árið í sjey ár, so tað verða fimm milliónir krónur í grunninum.
- Tað svarar lutfalsliga væl til tað, sum okkara grannalond lata, sigur Jákup Veyhe.
Føroyingar hava sjálvandi ikki sama møguleika at fáa ein film at bera seg við atgongumerkjasølu aleina.
- Tann møguleikan hava danir, og sum dømi kann eg nevna, at filmurin, Klovn, gav so nógv í atgongumerkjasølu, at stuðulin bleiv afturgoldin. Tað gevur jú onga meining, at filmar, ið geva so stórt avlop, skulu varðveita stuðulin, sigur Jákup Veyhe
Ein føroyskur filmsgrunnur skal sjálvandi hava ávísar treytir, men tað týdningarmesta er, at grunnurin kemur.
- Verða okkara tilmæli fylgd, so trúgvi eg upp á, at okkara mál um 50 heiltíðarstørv í føroyskari filmsvinnu og ein fulltíðar føroyskur spælifilmur um tíggju ár, gerst veruleiki, sigur Jákup Veyhe.