-Eru bara svørt fólk í Afrika? Hvussu turka tey sær, tá tey hava verið á wc? Eru húsini líka ljót innan, sum tey eru uttan? Hví kavar ikki í Afrika?
Jú, Lotte Holmen og Bjørn Krøll høvdu hendurnar fullar, tá ið tey hildu fyrilestur fyri børnunum á Adventistaskúlanum um neyðstødd flóttafólk. Tey royndu eftir besta førimuni at svara, og børnini sótu hugtikin og hugdu eftir ógvusligu myndunum, ið komu á skýggjan. Børn við byrsum í hond, hungurstungin fólk, fátækar kroysur; alt myndir, ið ikki eru partur av hugaheiminum hjá einum føroyskum barni. Og hetta fekk børnini at lurta. Ein lærarari var millum annað sera bilsin av, at børnini høvdu megnað at siti still so leingi.
-Tey hava sitið her síðani kl 9, og nú tveir tímar seinni, hava tey enn spurningar. Hetta er ordiliga stuttligt.
Skemtiligt og tó
Hóast løtan tyktist skemtilig, so var tað skjótt eyðsæð, ikki einans fyri okkum vaksnu men eisini fyri børnunum, at hetta var eitt álvarsmál, ið Adra, sum er altjóða hjálparfelagskapurin hjá Adventistakirkjuni, var komin til Føroya við. Spurningarnir hjá børnunum gjørdust alt meira álvarsligir, eins og málið fór at snúgva seg alt meira um, hví øll børn ikki kunnu hava tað líka gott sum í Føroyum. Til dømis vildi ein lítil drongur hava at vita, hví børnini í Afrika vórðu so fátøk.
-Hetta er júst tí, at vit ferðast runt ymsum londum. Fyri at fáa fólk tilvitað um, at tað eru ikki øll, sum hava tað so gott, og at øll kunna veita eina hjálpandi hond, sigur Lotte Holmen.
Lata alt frá húsum til 150 krónur
Størsta tiltakið, ið Adra er farin í gongd við, er at lata hús til flóttafólk, eitt nú í Burundi og Congo. Men fyri børnum kann hetta kanska tykjast at verða ein sindur ógvuslig uppgáva, so ístaðin valdu Lotte og Bjørn heldur at vísa á, at ein gáva, ið fyri okkum kann tykjast lítil, kann gera sera nógvan mun.
-Um tit nú ístaðin fyri at fara í Burger King og keypa eitt talutíðarkort lata tað til Adra, so kunnu vit geva ein heilan posa av lívsneyðugum tilfari til eina familju, segði Bjørn Krøll við børnini.
Onkur kann í øllum førum vænta sær eina gávu, tí lítli síðumaðurin hjá mær var ikki í iva.
-Eg fari heilt sikkurt heldur at lata pening, enn at keypa pening til fartelefonina í hesi vikuni.