Nýggj samgonga
? Tey næstu fýra árini verða dýr fyri føroyingar.
Jóannes Eidesgaard, formaður javnaðarfloksins, ivast stórliga í, um tað fer at eydnast nýggju samgonguni at seta allar tær stóru ætlanirnar í verk, sum eru feldar niður í samgonguskjalið.
Hann heldur at tær politisku ætlanirnar í samgonguskjalinum eru so mótstríðandi, at tað er ein stórur spurningur, hvussu samgongan ætlar at bera seg at fyri at seta sínar ætlanir í verk.
Hann vísir á, at øðrumegin er ætlanin at skerja inntøkurnar til føroyska samfelagið munandi, men hinvegin er ætlanin at økja útreiðslurnar hundraðtals milliónir.
Hann sigur, at hesi komandi fýra árini hevur nýggja samgongan sett sær fyri at yvirtaka málsøki fyri einar 80-90 milliónir. Harafturat skal ríkisveitingin læsast føst og tað kostar aðrar 50 milliónir. Somuleiðis skal skatturin lækkast.
? Samgongan hevur ikki sagt, hvussu stórur hesin skattalættin skal vera, men eg havi hoyrt samgongufólk tosa um einar 100 milliónir tey bæði næstu árini.
Sostatt fer ársinntøkan hjá føroyska samfelagnum hesi næstu árini at lækka væl yvir 200 milliónir tey næstu árini.
Hetta kemur omaná tær 366 milliónirnar, sum blokkurin er minkaður í ár, so tilsamans er inntøkugrundarlagið minkað yvir eina hálva milliard.
Hinvegin hevur samgongan boðað frá eyka útreiðslum fyri hundraðtals milliónir.
?Arbeiðið at byggja nýggjan Smyril er byrjað, men hann er ikki goldin. Somuleiðis undirsjóvartunnilin til Vágar. Samstundis skal flogvøllurin byggjast út, nýggjur tekniskur skúli og studentakúli skulu byggjast í Havn, tjóðleikhús skal byggjast, barnsburðarfarloyvi skal longjast, sjúkrahúsini byggjast út, bøtast skal um fleiri tænastur á eldra økinum og almannaøkinum yvirhøvur. Samstundis skal ein verklagsætlan gerast fyri tey næstu árini
Afturat tí skal avlopið á fíggjarlógini økjast.
Jóannes Eidesgaard heldur, at samgongan eisgur at greiða fólkið frá, hvussu hon ætlar at fáa ráð til at fremja ætlar ætlanirnar, sum eru feldar niður í samgonguskjalið.
?Í valstríðnum vóru tað mong, ið fýltist á, at valskráin hjá javnaðarflokkinum var alt ov dýr. Men nú mugu vit staðfesta, at hon er fyri onki at rokna afturímóti tí, sum hendan samgongan ætlar sær tey næstu árini, sigur formaður javnaðarfloksins.
Hann sigur, at tað skal nógv henda, skal tað eydnast samgonguni at gjøgnumføra bara ein part av tí, hon hevur sett sær fyri.
Hann vísir m.a. á, at tá ið árið í ár er gjørt upp og landskassin hevur goldið, tað, hann hevur bundið seg at gjalda, verður avlopið á fíggjarlógini einar 50 milliónir og tað kemur samgongan ikki langt við.
? Tí er tað avgjørt rætt at seta sær spurningin, hvussu langt samgongan yvirhøvur fer at koma við øllum tí, hon hevur sett sær fyri.
Jóannes Eidesgaard sigur, at sostatt dugir hann ikki at síggja, hvussu tað skal eydnast samgonguni at seta alt tað í verk, hon hevur sett sær fyri, uttan so, at hon útvegar sær inntøkur aðrastaðni frá.
Hann sipar í hesum sambandi til ætlanirnar at selja almennar ognir.
Tí Jóannes Eidesgaard vísir samstundis á, at lítil og ongi tekn eru at síggja til sparingar.
? Tað er ikki so langt síðani, at tað vóru seks landsstýrismenn. So blivu tað sjey, so átta og nú ætlar hendan samgongan at tað skulu vera níggju fólk í landsstýrinum.
?Tað er vert at leggja sær í geyma, at samstundis sum fólkaflokkurin ferð eftir ferð gremur seg um at almenna umsitingin er so dýr, má staðfestast, at umsitingin ongantíð er vaksin so nógv sum júst hesi árini, fólkaflokkurin hevur sitið í samgonu og hevur havt løgmann, sigur Jóannes Eidesgaard.